Lønarseðlar á Netmiðluni

Í hesum døgum fáa persónar, sum fáa løn ella aðrar ávísar samsýningar frá tí almenna, eitt bræv frá Netmiðluni. Netmiðlan er talgild postskipan, sum altíð slepst til umvegis alnetið. Í brævinum eru upplýsingar um nýtslumøguleikar, brúkaranavn o.t. Hetta verður sent í sambandi við, at nýggj útgáva av Netmiðluni er tikin í nýtslu. Netmiðlan lættir um hjá tí einstaka við at savna tilfar sum t.d. lønarseðlar á einum pappírleysum staði. Eisini er Netmiðlan ein liður í at minka flutningskostnaðin hjá tí almenna og samstundis varða av umhvørvinum við at tálma nýtsluna av pappíri. Hvør einstakur hevur tó framvegis møguleikan at fáa lønarseðlarnar sendandi við vanligum posti. Um hann ynskir tað, kann hann verða strikaður úr skipanini. P/F Alnet Studio hevur ment Netmiðluna og hevur dagliga raksturin av skipanini um hendi. Nýggja útgávan av Netmiðluni er á www.netmidlan.fo