Prestar samdir við Fíggjarmálaráðið

Tríggir fjórðingar av limunum í Prestafelagnum hava góðtikið semjuna, sum Prestafelagið og Fíggjarmálaráðið hava gjørt Kringvarpið skrivar, at tríggir fjórðingar av limunum í Prestafelagnum hava góðtikið semjuna, sum er gjørd millum felagið og Fíggjarmálaráðið.

Sambært semjuni fáa prestarnir, sum gerast føroyskir tænastumenn, løn eftir sáttmálanum hjá Tænastumannafelagnum. Og teir hava rætt til ein frídag um vikuna og seks frívikuskifti um árið.

Prestarnir, sum eru danskir tænastumenn, fáa nú tilboð um at gerast føroyskir tænastumenn. Hesir prestar eiga sjey frívikur um árið sambært danska sáttmálanum. Hetta merkir, at um teir velja at gerast føroyskir tænastumenn, missa teir eina fríviku um árið, tí í Føroyum er summarfrítíðin seks vikur. Hinvegin er føroyska eftirlønin er eitt vet betri enn tann danska.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur við Trúboðan, at fyribils settu prestastørvini og nýggja starvið í Vesturkirkjuni verða lýst leys eftir summarfrítíðina.