Svartur kassi til Talent

Í nýggja svarta kassanum, sum er framhald av Talent, sleppa børn og ung at tekna, evna, spæla leiklutir og royna sína vitan og víðka sjónarringin Svarti kassin er ein lættari útgáva av spælinum. Talent er upprunaliga gjørt sum eitt familjuspæl og at spæla í liðum. Men svarti kassin er eisini góður í skúlahøpi, tí nógva av tilfarinum er læruríkt og hóskar væl í lærugreinum sum leiklist, evning, landalæru og søgu.

Eisini riggar tilfarið væl til góðar innihaldsríkar spurnarkappingar og hugnaløtur.Fyri at fáa fulla úrtøku av svarta kassanum, er tað best at hava uppruna útgávana av Talent. Men bæði tann hvíti og svart kassin goyma báðir vísdóm og skattir, sum kunnu ríka alla familjuna.

Tað er felagið Talent.fo sum hevur gjørt spælið og eisini evna tær mongu uppgávurnar, avbjóðingarnar og spurningarnar, sum eru at finna í Svarta Kassanum.