Bretskir granskarar: Alzheimers kann lekjast við heilivági móti krímsárum

Alzheimers sjúkan kann møguliga lekjast við bíligum heilivági. Granskarar eru helst komnir eitt stórt fet nærri, í strembanini eftir at finna ein heilivág móti tí deyðiligu sjúkuni Alzheimers. Bretskir granskarar eru komnir til tað niðurstøðu, at Alzheimers hevur sama uppruna, sum virusið ið gevur krímsár.

Hava granskararnir rætt, kann sjúkan viðgerast við bíligum heilivági, sum longu er á marknaðinum, og sum verður nýttur móti krímsárum.

Alzheimers er í dag tann vanligasta dement-sjúkan. Og higartil hevur ikki verið møguligt at lekja sjúkuna.

Men nú hava granskarar við universitetið í Manchester, við professaranum Ruth Itzhaki á odda, funnið útav, at Alzheimers kanska er í ætt við eitt nógv útbreitt virus.

Í grein, á heimasíðuni hjá universitetinum í Manchester, verður sagt, at Alzheimers-sjúkan helst er í ætt við ?Herpes simplex virus type 1? - sum ofta viðførir krímsár.