Bíðað verður eftir, at Gerhard Lognberg skal á tingsins røðarapall. Løgmansrøðan er til viðgerðar, men spennadi er eisini at vita, hvørt Gerhard stuðlar samgonguni Gerhard Lognberg hevur boðað frá, at hann boðar frá á tingsins røðarapalli í dag, hvørt hann stuðlar samgonguni.
Løgmansrøðan er til viðgerðar og Gerhard Lognberg hevur sett seg á røðaralistan, og hann fer á røðarapallin um ein tíma, ella so.
Tingmenn eru ójavnir á máli, hvørt Gerhard ger bart, og tekur stuðul sín tilsamgonguna aftur, ella um hann framvegis stuðlar, meðan aðrir meta, at hann sum so ikki hevur tikið undir við so nógvum samgngumálum, men at hann nú ikki er í sterkari støðu.
- Revolvarin er avmonteraður, sum ein tók til í tinginum nú beint fyri døgurða.
Viðgerðin av løgmansrøðuni heldur fram og tíðin styttist, til Gerhard fær orðið um ein tíma, ella so.










