m umframt foreldrini eisini starvsfólk á dagstovnum og skúlum. Frítíðarleiðarar so sum ítróttar- og skóta- og samkomuleiðarar. Barnaverndarlimir og kommunalpolitikarar. Ætlanin er at fáa øll hesi í talu [...] Kross stendur fyri átakinum, greiðir frá, at ætlanin vi hesum er at fáa ávirka børn og ung at byrja seinni at roykja og drekka, enn vit ofta síggja tað í dag. »Hetta er ikki ein ætlan at fáa fólk at leggja [...] roynd at fáa eitt opið orðaskifti um rúsevni sum heild. Millum børn og foreldur. Foreldur sínámillum. Foreldur og ymsar myndugleikar og millum fólk sum heild. Tí tað hevur leingi sæð út til, at hetta er
fyri útisetar í Keypmannahavn, bæði fyri ung lesandi, og tey meira tilkomnu fastbúgvandi. Forkvinna í kórinum er Astrid Viderø. Kórið er gamalt og hevur søgu og mangir kórleiðarar hava leitt kórið. Lat [...] kórið heldur til, eins og føroyingar flestir, ið staddir eru í danska høvuðsstaðnum. Kórið er ein av trúgvu og drúgvu táttunum, ið tengdir eru at drúgvu søgu føroyinga í útlegd og at Føroyahúsinum. Men [...] Sólarmessa. Av øðrum kann nevnast Negro Spirituals, føroyskir og norðurlendskir sálmar og sangir, verk av Niels W. Gade, av Felix Mendelssohn Bartholdy og mongum øðrum. Eisini hevur kórið ein sang, sum ein kórlimur
hettar evnið og á støðu teirra sálarsjúku í Føroyum, sum heild. Øll kunnu verða rakt av sálarveikleikum og sálarsjúku, summi tíðliga og onnur seinni í lívinum. Tí eiga vit øll, bægi ung og fólk í bestu [...] at skapa meiri tolsemi og betri fatan av teimun sinnislíðandi og teirra kæru at fáa føroyingar at stuðla arbeiði fyri tey sinnislíðandi at skapa teim betri bústaðar-, ítrivs- og verkamøguleikar at fyribyrgja [...] Sinnisbati á Vaglinum kl. 12:30. Vit tosa um framtíð og politiskar visiónir í psykiatriini. ? Sinnisbati hevur áhuga fyri tiltakinum hjá kunningarstovuni, KOM og GAKK. Í samband við evnið: eitt sunt sinni í sunnum
har ymisk ung syngja og vitna. Vit mugu óivað ásanna, at samfelag okkara er inni í eini broytingartíð. Vit síggja, at stórar broytingar fara fram í bygnaðinum innan nógvar stovnar og virkir, og handilslívið [...] kann gera, er at flýggja inn í seg sjálvan og lukka av, tað hevur sjáldan borið góðan ávøkstur. Samtalur og forbøn Á heyststevnuni verður høvi at kunna ringja inn og biða um eitt prát um tann andaliga tru [...] hetta, at tín familja ikki fungerar. Tað er ein sannroynd og ein drúgv erfaring og royndir, at tá boðskapurin um Jesus kemur inn í tann einstaka og familjuna, verður alt umbroytt, tú upplivir at verða settur
kommununi er at byggja sær hús og her eru serliga grundstykkini - prísirnir og útboðið - ein trupulleiki. Av tí at eftirspurningurin eftir grundstykkjum í kommununi er so stórur og útboðið samstundis lutfalsliga [...] stovnin Berjabrekka , Svenning og Amy Tausen umboðandi eldra ættarliðið, Jógvan Mørkøre fyrrverandi formaður í Føroya Kommunufelag, Sigrun Mohr fyri Alzheimerfelag-ið og Bent Jákup Hansen sum umboð fyri [...] byggja ella keypa íbúðir til heim hjá serliga tørvandi, vardar íbúðir, sambýlir, ellis-, og umlættingarheim og næmingaheim til tey lesandi. Eisini helt fundurin, at skilagott hevði verið um kommunan tók
tónleikalívið í Tórshavnar kommunu. Vit hava fleiri ung fólk, ið spæla tónleik í Margarinfabrikkini, ung fólk í Musikkskúlanum, fleiri kór , horn- og træblásarar, bólkar, ið framføra klassiskan tónleik [...] Tórshavnar kommunu hevur, og hetta sereyðkenni má stuðlast og varveitast! Trupulleikin hjá tónleikalívinum í Tórshavn er, at tað einans er eitt høli, ið er egnað til framførðslu av tónleiki og er tað í Norðurl [...] endamál enn tónleik og ikki er altíð lætt at koma framat. Norðurlandahúsið er heldur ikki eitt hús burturav til tiltøk hjá borgarum í Tórshavnar kommunu, men fyri allar føroyingar og norðurlendingar. Fyri
m er eitt gott hugskot. Øll vita, at bæði tekniski skúlin og studentaskúlin hava stórar hølistrupulleikar. Skúlin í Hoydølum er niðurslitin og alt ov lítil til næmingatalið. Tekniski skúlin er í somu støðu [...] Hinvegin hava vit ilt við at síggja, hvat skuldi verið galið við, at ung fólk úr fleiri ymiskum skúlaskipanum deila somu hentleikar og í ávísan mun somu lærarar. Hetta skuldi júst verið ein fyrimunur. Tann [...] fáa góðar og vælgrundaðar grundgevingar, hevur Javnaðarflokkurin í høvuðsstaðnum ein trupulleika. Tí eitt er rættiliga vist: havnafólk taka undir við hugskotinum um ein skúladepil í Marknagili og býráðsval
børn og ung og fyri framtíð Føroya í altjóða høpi, vil eg loyva mær at bera fram nøkur sjónarmið. Ført hevur verið fram, at tað skal vera andsøgn ímillum tað at læra danskt mál væl og virðiliga og spurningin [...] altjóða høpi. Niðurstøðan er greið: Danskt er og verður lykilin til fortíðina og okkara norðurlendska samleika, og enskt verður lykil okkara til framtíðina og menningarmøguleikar sum tjóð. [...] í lógini er staðfest, at danskt skal lærast væl og virðiliga, er tað helst við tí ásannan og grundgeving, at nógv søgu- og familjubond eru millum bæði londini. Men aftanfyri hesa staðfesting liggur eisini
hennara vóru Petra og Clæmint Jacobsen. Hon fór sum ung til Havnar at tæna og arbeiddi eisini á Apotekinum og á Sjómansheiminum. Í 1950 giftist hon við Elias Jacobsen úr Kolbeinagjógv, og náddu tey í 2000 [...] Kolbeinagjógv, men síðani bygdu tey inni á Strondum, og har hevur Óluva virkað síðani sum heimaarbeiðandi húsmóður. Tey eiga 4 børn, Katrin, Klæmint, Lauru og Óla. Genturnar báðar búgva í Danmark, meðan dreingirnir [...] dreingirnir búgva á Strondum. Ommubørnini eru 4?? í tali og langommubørnini eru 2. Føðingardagin er Óluva burturstødd.
Booth. Rørslan vaks skjótt og breiddi seg til onnur lond. Á ferð til og frá Íslandi hendi tað ofta, at danskir Frelsunarherleiðarar støðgaðu á í Føroyum og hildu bæði innan- og uttandura fundir í Tórshavn [...] skótafundum, barnafundum og øðrum sam-komum. Í dag fevnir barna- og ungdómsarbeiði um sunnudagsskúla, skótaarbeiði fyri smáar skótar 1-4 skúlaflokk og fyri stórar skótar, frálæra í hornspæli og tambourin, sangbólkur [...] At prædika við orðum og hondum hevur altíð verið eyðkenni Frelsunarhersins. Jesus sigur: "Eg var í fangahúsi og tit vitjaðu meg, eg var svangur og tit góvu mær at eta, eg var nakin og tit klæddu meg..."