Frelsunarherurin var stovnaður í London í 1865 av William Booth. Rørslan vaks skjótt og breiddi seg til onnur lond. Á ferð til og frá Íslandi hendi tað ofta, at danskir Frelsunarherleiðarar støðgaðu á í Føroyum og hildu bæði innan- og uttandura fundir í Tórshavn. Í Fuglafirði opnaði Frelsunarherurin gesta- og sjómans-heim í húsinum hjá ljósmóður Sofíu Antonsen.
Frelsunarherurin í Føroyum var formliga settur á stovn í Tórshavn tann 23. oktober 1924. Fyrstu leiðararnir vóru danir, Ensein Rasmine og A. Juul Pedersen. Í dag hevur Frelsunarherurin eina samkomu í Vági og eina í Tórshavn.
Boðskap gjøgnum tónleik
Teir fyrstu fundirnir, sum vóru hildnir, vóru útifundir. Her var neyðugt við onkrum, sum fangaði áhoyrarar-nar, og tí var nógvur sangur og tónleikur brúktur. At nýta "syndug ljóðføri, so sum guittar, mandolin, fiól og harmoniku" og syngja "popsangir" í kristiligum sambandi var ókent í Føroyum. Stovnari Frelsunarhersins setti fram spurningin: "Hví skal djevulin hava øll tey góðu løgini?" Hesin melodiøsi sang-hátturin, sum Frelsunar-herurin brúkti, var ikki væl móttikin allastaðni. So tá Frelsunarherurin royndi at leiga okkurt samkomuhús til at halda møti í, varð lagt teimum eina við, bert at brúka ein guittar og einki annað ljóðføri.
Áhugavert er at síggja hvussu hetta er broytt hesi 80 árini. Í dag verður sami sanghátturin brúktur av øllum samkomum.
Hetta førdi tí við sær at Reinerts Kafé, Tórsgøta 19, var keypt til samkomuna, soleiðis at møguligt var at halda regluligar fundir. Talan er um sama bygning, sum Frelsunarherurin enn húsast í, men fleiri um- og útbyggingar eru framdar hesi 80 árini. Samkoma Frelsunarhersins í Vági hevur júst bygt nýggjan stásiligan bygning, sum varð tikin í nýtslu fyrr í ár.
Annars er Frelsunarherurin kendur um allan heim fyri brúk av horntónleiki. Nøkur av heimsins bestu hornorkestrum hoyra til Frelsunarherin. Talan er eisini um óteljandi tónleika- og nótaútgávur. Frelsunar-herurin í Tórshavn hevur havt hornorkestur í 71 ár, og hava horntónarnir sett dám á mangar hátíðarløtur - ikki minst í sambandi við útifundirnar hvørja Ólavsøku.
Javnstøða millum kynini
Eitt annað, ið gjørdi Frelsunarherin øðrvísi enn aðrar samkomur - var at longu frá byrjan av, bleiv áherðsla løgd á, at kvinnur eru líkastillaðar við menn í samkomuni. "Mínir bestu hermenn eru kvinnur" plagdi William Booth at siga, ásannandi at hann við hesum kundi tvífalda talið á hermonnum.
Í Føroyum var tað eisini forkunnugt, tá kvinnurnar í 1920'unum fingu møguleikan at taka sær frí frá húsarbeiðinum eitt kvøld um vikuna, og fara í Frelsunarherin. Endamálið við hesum kvinnufelagsskapum var gjøgnum felagsskap og hjálpiarbeiði at boða Kristus inn í hvørt eitt heim.
Samkomuarbeiði
Mangir føroyingar hava gjøgnum arbeiði Frelsunarhersins sagt JA til Jesus. Ein stórhending, ið hevur broytt teirra lív og lívið fyri teirra nærmastu til tað betra.
Fyribyrgingararbeiðið millum børn og ung hevur altíð verið raðfest ovarlaga í Frelsunarherinum. Mong eru tey, sum kunnu minnast aftur á góðar løtur í sunnudagsskúla, skótafundum, barnafundum og øðrum sam-komum.
Í dag fevnir barna- og ungdómsarbeiði um sunnudagsskúla, skótaarbeiði fyri smáar skótar 1-4 skúlaflokk og fyri stórar skótar, frálæra í hornspæli og tambourin, sangbólkur fyri børn 2-4 ár saman við foreldrum, umframt barnakór fyri børn eldri enn 4 ár.
Sosiala arbeiði
At prædika við orðum og hondum hevur altíð verið eyðkenni Frelsunarhersins. Jesus sigur: "Eg var í fangahúsi og tit vitjaðu meg, eg var svangur og tit góvu mær at eta, eg var nakin og tit klæddu meg..." Eitthvørt menniskja er næsti okkara, lærdi Jesus okkum.
Umsorgan fyri øllum menniskjanum, samansett av anda, sál og likami, er eitt av slag orðum Frelsunar-hersins. Við hesum fyri eyga, hevur Frelsunarherurin gjøgnum árini átikið sær sosialar uppgávur, ið sam-felagið annars ikki hevur megnað at loyst. Stovnari Frelsunarhersins ásannaði, at tað ikki nyttar at prædika fyri fólki, ið vóru svong og høvdu fótakulda. Sosiala arbeiði hjá Frelsunarherinum kring allan heimin er sera fjølbroytt, og er lagað til ávísa samfelagið og til samtíðina.
Í Føroyum hevur Frelsunarherurin stovnað herberg fyri heimleys. Samkomuhøli Frelsunarhersins liggur í mið-býnum í Tórshavn, og her sást týðuligt at tørvur var á einum herbergi. Hóast myndugleikarnir vóru gjørdir varugir við støðuna, var einki alment átak gjørt fyri at betra hesi viðurskifti. Tí gjørdi Frelsunar-her-urin av at keypa eini sethús og byrja virksemi fyri heimsleys. Tað var skjótt at hagtøl vóru fingin til vega, ið kundu undir-byggja tørvin, og síðan eru myndug-leikarnir komnir til hjálpar við fígging, meðan tað framvegis er Frelsunarherurin, ið skipar virksemið.
Bók um Frelsunarherin í Føroyum
Í løtuni verður arbeitt við at gera eina søgu-/mynda bók um tíðarskeiðið Frelsunarherurin hevur virkað í Føroyum. Hans Egholm skrivar og hann fær góða hjálp frá Hedvig (hjá Addaba) Sønsterli, Njál Djurhuus, Inger Hansen og bókaútgávu nevnd. Ætlanin er at bókin kemur út í oktober mánaði komandi ár.
Soleiðis sum Frelsunarherurin er skipaður, við mongum sereyðkennum, m.a. búnar, tónleikur, útifundir og sosialt arbeiði, ger at hesin felagsskapur verður ein sjónlig mynd í samfelagnum. Hetta saman við at Frelsunarherurin fyrisitingarliga er væl skipaður, t.d. finnast gerðabøkur, limalistar, búnar, ljóðføri og myndir, ið lýsa virksemi og soleiðis eisini kunnu brúkast í sambandi við eina siðsøgulig lýsing av hesum 80 ára tíðarskeiði.
Framsýning
Fyri nøkrum árum síðan varð sett upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, ið sýndi fram myndir o.a. í sambandi við virksemi Frelsunarhersins. Nógv fólk vitjaðu framsýningina og serliga hugnaligt var at mong av teimum vitjandi høvdu tíð at steðga á, fortelja um upplivilsi v.m. Hetta hevur verið gevandi, og givið okkum hug at seta upp nýggja framsýning. Royndirnar hava víst okkum, at tað er umráðandi støðugt at samla og varðveita tilfar.
Hesuferð verður framsýningin frá týsdegi 19. oktober til leygardag 23. oktober og verður í sali Frelsunar-hersins. Salurin er munandi størri og til ber at vísa fram størri part av søguliga tilfarinum. Opið verður Týsdag - fríggjadag kl. 10-13 og kl. 15-19. Leygardag verður opið frá kl. 10-13.
Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið, har høvið eisini er at keypa kaffi og køku. Fiskidammur er settur upp, soleiðis at børnini hava eitthvørt at takast við, meðan foreldrini hyggja eftir framsýningini. Skipað verður eisini fyri tónleikaframførslum, og høvið verður at lurta eftir bondum, plátum og fløgum v.m. ið Frelsunarherurin kring allan heimin hevur útgivið
Vitjan í sambandi við 80 ára dagin
Til hátíðarhaldið vitjar major Njál Djurhuus, sum er kunningarstjóri fyri Frelsunarherin í Noregi, Íslandi og Føroyum. Njál talar á hátíðarmøtunum sunnudagin tann 24. oktober 2004.
Hátíðarhaldið
Sunnudagin 24. oktober verða møti kl. 11 og kl. 17. Á seinna møtinum fer Jóannes Skaale at lesa yrking, skrivað av gávuríka amerikanska rithøvundanum N.V.Lindsay. Yrkingin var skrivað í sambandi við deyða William Booth og eitur "General William Booth enters Heaven" og Jóannes hevur føroyska. Henda hugtakandi yrkingin verður lisin upp og meðan verður sangur og tónleikur framførdur.
Við kærleikans vápnum
Frelsunarherurin hevur higartil virkað í Føroyum í 80 ár - og við kærleikans vápnum í hendi heldur stríðið á fram, tí enn er tørvur á at bera fram boðskapin um frelsu frá synd og vónloysi fyri Føroya fólki.











