Bústaðarviðurskifti í Tórshavnar kommunu

TíÐindaskriv frá Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag

Komandi býráð í Havn eigur at seta sær sum mál, at nøkta allan íbúðartørv í kommununi. Serliga eigur býráðið at raðfesta ungdóms-, eldra- og brekaðvinarligar íbúðarloysnir.
Hetta var ein av niðurstøðunum á einum almennum fundi um bústaðarviðurskifti í Tórshavnar kommunu, sum Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag skipaði fyri á Landsbókasavninum 15. september í ár. Á fundinum luttóku m.a. Lív Tórgarð fyri Føroya Ungdómsráð, Bjarni Wilhelm fyri Sjálvsognarstovnin Berjabrekka , Svenning og Amy Tausen umboðandi eldra ættarliðið, Jógvan Mørkøre fyrrverandi formaður í Føroya Kommunufelag, Sigrun Mohr fyri Alzheimerfelag-ið og Bent Jákup Hansen sum umboð fyri leigunevndina í Tórshavnar Kommunu.

Útstykking
Á fundinum kom fram, at tørvur er á bústaðartilboðum til fólk í øllum aldri. At kalla einasti møguleiki at seta búgv í kommununi er at byggja sær hús og her eru serliga grundstykkini - prísirnir og útboðið - ein trupulleiki. Av tí at eftirspurningurin eftir grundstykkjum í kommununi er so stórur og útboðið samstundis lutfalsliga lítið verður príslegan fyri grundstykkir í privatum handli øgiliga høg. Her helt fundurin eina loysn vera, at kommunan legði doyin á at útstykkja til privata bygging. Um útboðið av kommunalum grundstykkjum nærkaðist eftirspurninginum hevði privati grundstykkjaprísurin eisini falli. Tilsamans hevði talan verið um munandi betraðar møguleikar hjá privatfólki at bygt sær hús fyri ein rímuligari penga enn nú.

Sosial- og alternativ íbúðarbygging
Men bíligari grundstykki er ikki einasta loysnin sum fundurin vísti á. Kommunan eigur at raðfesta nógv hægri enn nú, at byggja ella keypa íbúðir til heim hjá serliga tørvandi, vardar íbúðir, sambýlir, ellis-, og umlættingarheim og næmingaheim til tey lesandi. Eisini helt fundurin, at skilagott hevði verið um kommunan tók á seg ein virknan leiklut í sambandi við sosiala íbúðarbygging. Sum dømi um at kommunan longu í ávísan mun hevur arbeitt við hesum er Sjálvsognarstovnurin á Berjabrekku, sum ætlandi skal fevna um góðar 60 íbúðir til ein samansettan skara av leigarum.

Tey eldru vísa sjálvi á eina gongda leið
Amy og Svenning Tausen greiddu frá hvussu tey hava loyst ein vanligan íbúðartrupulleika á ein sera áhugaverdan hátt. Nógv eldri sita í alt ov stórum og rakstrartungum húsum, men hava einki annað í at velja. Samstundis hava nógv ung stóran tørv á íbúðum. Ami og Svenning greiddu frá hvussu eitt av børnum teirra keypti húsini hjá forldrunum, sum síðani leigaðu aðru hæddini í húsinum. Tey eldru hava skeyti uppá at tey hava lívslangan leigurætt til íbúðina. Amy og Svenning Tausen søgdu at tey ikki høvdu uppliva nakran vansa, men nógvar fyrimunir, við hesari skipan. Hetta er eitt dømi um hvussu fólk sjálvi, við nýhugsan, kunnu loysa hendan vanliga trupuleikan. Uttan iva kunnu nógvar aðrar familjur nýta hendan mátan. Men so eru eisini nógv onnur sum ikki hava hendan møguleikan og tí má samfelagið skipa fyri betraðum karmum á íbúðarøkinum.

Skipaðan leigumarknað
Eitt triðja sum koma fram á fundinum var tørvurin á at fáa skipaði viðurskifti á leigumarknaðinum. Leigumarknaðurin er í ovurstóran mun merktur av, at eftirspurningurin eftir býli er nógv størri enn útboðið. Hetta hevur við sær, í nógvum førum, at fólk mugu gjalda eina ógvuliga høga leigu fyri smáar og illa hildnar íbúðir ella kømur. Í nógvum førum er talan um beinleiðis óvirðiligar umstøður, tá fólk eitt nú gjalda 2-3000 krónur fyri eitt kamar, har tey mugu deilast um wc og bað við aðrar leigarar, ella kanska eigar-an, og har tey ikki hava atgongd til køk ella umstøður til at vaska klæðir.Henda støðan er óforsvarlig, og botnar fyri ein stóran part í væntandi lóggávu á økinum. Hetta kann býráðið sjálvandi lítið gera við. Men eitt, sum býráðið kann gera nakað við, er at minkað um munin ímillum eftirspurning og útboð á bústaðarmarknaðinum. Hetta kann býráðið gera við at stimbra íbúðarbygging í kommununi, og soleiðis minkað eftirspurningin eftir bústaðum so mikið, at leiguprísirnir funnu eina rímuliga legu.