Hákun West at Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í dag dyst á heimavølli í bundesliguni í Max Schmelling høllini móti Eisenach.
Füchse Berlin vann ein greiðan 35-23 sigur. Í steðginum vóru berlinarnir frammanfyri 19-13.
Hákun skoraði upp á fýra av fimm málmøguleikum.
Füchse Berlin er nummar seks í deildini við átta stigum fyri seks dystir.
Komandi dystur hjá Füchse Berlin verður leiktur í Max Schmelling høllini komandi mikukvøld klokkan 18. Talan verður um dyst í týsku steypakappingini móti HSG Wetzlar.
HER ber til frá rásini, Siggi_Channel at síggja tey fýra málini Hákun skoraði móti Eisenach:
##med2##