Heidi Petersen
løgtingskvinna
?????????????
Nú ljóskastarin er settur á, hvønn týdning førleiki í enskum máli hevur fyri føroysk børn og ung og fyri framtíð Føroya í altjóða høpi, vil eg loyva mær at bera fram nøkur sjónarmið.
Ført hevur verið fram, at tað skal vera andsøgn ímillum tað at læra danskt mál væl og virðiliga og spurningin um, nær og hvussu nógva orku vit skulu nýta uppá at læra enskt mál væl og virðiliga.
Eftir mínum tykki er als ikki neyðugt við nakrari andsókn í hesum máli.
Danskt lykilin til fortíðina
Tá tað í lógini er staðfest, at danskt skal lærast væl og virðiliga, er tað helst við tí ásannan og grundgeving, at nógv søgu- og familjubond eru millum bæði londini. Men aftanfyri hesa staðfesting liggur eisini ein ásannan av, at við at duga eitt annað norðurlendskt mál til fulnar, hava vit latið dyrnar upp til øll hini norðanlondini.
Vit geva okkara ungdómi tað band ella ketu til okkara felags fortíð í norðanlond-um, sum skal ankra okkum mentunarliga.
Felags søga, sagnir og sangir. Trúgv, hugsunarháttur og sosiala menningin í norðurlendsku samfeløg-unum eru eisini felags eyðkenni, vit vilja læra uppvaksandi ættarlið at kenna seg aftur í og kunna kenna seg sum ein part av. Alt hetta eru virði, vit vilja varðveita, og tí er als ongin orsøk at blaka lykilin til hetta ríkidømi burtur.
Enskt lykilin til framtíðina
Hinvegin er líka greitt, at skulu vit gera okkum nakra vón um at standa okkum á altjóða pallinum innan vinnulív og mentan, er neyðugt við eini álvarsamari uppraðfesting av okkara førleika í enskum máli. Á sama hátt sum tað danska málið er lykil okkara til fortíðina og røtur okkara, verður enska málið lykil okkara til framtíðina og menningarmøguleikar sum tjóð.
Skulu vit gera okkum vónir um at kunna samvinna við allan heim á jøvnum føti við aðrar tjóðir, eru vit noydd veruliga at satsa upp á framtíðina og teir førleikar, hon krevur. Og eg ivist onga løtu í, at fyrsta innsatsøki eigur at vera ein uppraðfesting av enska málinum í føroyska skúlaverkinum.
Tað er og verður neyðugt at styrkja um førleikan hjá ungdómi okkara í enskum máli og mentan. Neyðugt verður at byrja við frálær-uni í enskum eins tíðliga og við tí danska málinum. Tvs. ikki seinni enn í 3. flokki. Tímatalvan eigur at verða víðkað við 3 tímum um vikuna til ensktfrálæruna. Hetta kostar sjálvandi í undirvísingartímum, men verður hetta ikki ein spurningur um at hava ráð, men ein spurningur um lív ella deyð fyri framtíð okkara í altjóða høpi.
Niðurstøðan er greið: Danskt er og verður lykilin til fortíðina og okkara norðurlendska samleika, og enskt verður lykil okkara til framtíðina og menningarmøguleikar sum tjóð.