Óluva Jacobsen 75 ár

Í dag, 15. oktober, verður Óluva Jacobsen á Strondum 75 ár.

Óluva er ættað úr Nólsoy, foreldur hennara vóru Petra og Clæmint Jacobsen.

Hon fór sum ung til Havnar at tæna og arbeiddi eisini á Apotekinum og á Sjómansheiminum.

Í 1950 giftist hon við Elias Jacobsen úr Kolbeinagjógv, og náddu tey í 2000 at halda gullbrúdleyp, men umleið 1 ár seinni andaðist Elias, sum í mong ár var illa plágaður av Parkinson sjúku.

Fyrstu umleið 2 árini búðu tey í Kolbeinagjógv, men síðani bygdu tey inni á Strondum, og har hevur Óluva virkað síðani sum heimaarbeiðandi húsmóður.

Tey eiga 4 børn, Katrin, Klæmint, Lauru og Óla. Genturnar báðar búgva í Danmark, meðan dreingirnir búgva á Strondum. Ommubørnini eru 4?? í tali og langommubørnini eru 2.

Føðingardagin er Óluva burturstødd.