Fyri flestu oyggjabúgvum okkara stendur heitið Húsakórið óivað í eini romantiskari og gleðisskygdari glæmu. Og hetta annaðhvørt tí oyggjabúgvar sjálvir sum fastlandsbúgvar á yngri árum hava verið partur av kórinum, ella teir har hava notið gott av tónavirksemið kórins, eina mest í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, har kórið heldur til, eins og føroyingar flestir, ið staddir eru í danska høvuðsstaðnum.
Kórið er ein av trúgvu og drúgvu táttunum, ið tengdir eru at drúgvu søgu føroyinga í útlegd og at Føroyahúsinum.
Men ferðir til Føroya eru ikki gerandiskostur, í veruleikanum púra ókendar, men í næstum fáa føroyingar høvi at at hoyra føroyingar í Keypmannahavn á kórvitjan í Føroyum. Húsakórið kemur nevniliga á vitjan og ferðaskráin er henda:
Týskvøldið 12.10.04 kl. 20.00 konsert Vestmanna skúla
Mikukvøldið 13.10.04 kl. 20.00 konsert í Vágs kirkju
Fríggjakvøldið 15.10.04 kl. 20.00 konsert í Fuglafjarðar kirkju
Leygardagin 16.10.04 kl. 16.00 konsert í Norðurlandahúsinum.
Sangskráin er ógvuliga fjølbroytt. M..a. hevur kórið frumframførslu av einum nýggjum verki, sum Pauli Hansen hevur komponerað, Pauli er vágbingur, búsitandi í Havn. Orðini eru eftir Tummas Napoleon Djurhuus. Tað snýr seg um tann partin av samlaðu yrkingum hansara, sum kallast Sólarmessa. Av øðrum kann nevnast Negro Spirituals, føroyskir og norðurlendskir sálmar og sangir, verk av Niels W. Gade, av Felix Mendelssohn Bartholdy og mongum øðrum. Eisini hevur kórið ein sang, sum ein kórlimur - Sámal Matras Kristansen - hevur gjørt orð og lag til.
Drúgv søga
Søga kórins er long. Mong eru tey, sum á einhvønn hátt er tengd at kórinum, sum ber føroyskan arv og framtíðar anda fram í Keypmannahavn. Fyrrverandi útisetar og kórlimir, ella bara njótarar av kórsangi, og sum nú eru aftur í Føroyum, kenna kórið. Eisini fólk, sum varða av teimum, ið á einhvønn hátt eru, ella hava verið, partur av kórinum. Og so tey, sum eru støðugur grundarsteinur og teirra avvarðandi.
Ein av limunum sigur soleiðis:
- Tað sita nógv fólk heima í Føroyum, sum onkutíð hava sungið í Húsakórinum. Hvussu nógv veit ongin, tí tíverri finst ongin limalisti - bert frá teimum seinastu 3 árunum. Men flestu bygdirnar í Føroyum hava nokk verið leverandørar av kórlimum í gjøgnum tíðina.
Kórið hevur eisini sera stóran sosialan týdning fyri útisetar í Keypmannahavn, bæði fyri ung lesandi, og tey meira tilkomnu fastbúgvandi.
Forkvinna í kórinum er Astrid Viderø.
Kórið er gamalt og hevur søgu og mangir kórleiðarar hava leitt kórið.
Lat okkum hoyra
formanin greiða frá, samantvinnað við eitt sindur av agni av alnótini:
- Tað kann sigast at Húsakórið tók arvin upp eftir teimum gomlu studentarkórunum, sum byrjaðu í 30?unum. Kórið fekk navnið Húsakórið, tá tað varð sett á stovn í Føroyahúsinum í Store Kongensgade 108, og Christian Wahl stjórnaði. Hetta var umleið 1970. Kórið hevði ymiskar kórleiðarar tey fyrstu árini, men frá 1978 og til mars 2000 var Marianne Clausen, dóttir Karl Clausen, kórleiðari.
Í mars 2000 tók kenda føroyska tónaskaldið Sunleif Rasmussen leiðsluna av kórinum. Í september 2001 tók Tórður á Brúnni við eftir Sunleif.
- Umframt at vera við í ymiskum tiltøkum í Føroyahúsinum, hevur kórið uml. 8 konsertir um árið. Tað er vorðið siður, at kórið luttekur í føroysku gudstænastuni 2. jóladag í Samuelskirkjuni á Nørrebro. Gudstænastan verður útvarpað í Danmarks Radio P1.
Húsakórið tók, saman við fyrisitingini í Føroyahúsinum og Grønlændernes Hus, í 1998 stig til eina árliga Norðuratlantiska Jólakonsert í desember mánaða, við luttøku av føroyskum, grønlendskum og íslendskum kórum í Keypmannahavn. Konsertin verður hildin í Helligaandskirken, Strøget. Ein ella tveir jólasangir verða sungnir sum felagssangir á teimum fýra ymisku málunum.
- Síðan 1996 hevur verið skipað fyri eini Norðuratlantiskari Kórstevnu. Kórstevnan var í ár hildin á Den Nordatlantiske Brygge og fer framyvir at vera hildin her annað hvørt ár.
Hetta er fyrstu ferð, at Húsakórið kemur konsertferð til Føroya. Ofta hevur verið tosað um tað, men so hevur tað peningaliga altíð sett ein stoppara fyri og ístaðin hevur ferðin verið løgd til Svøríki ella Polen, eisini hevur kórið havt konsertir ymsastaðni í Danmark.
- Fyri 2 árum síðani var so støða tikin til, at kórið skuldi til Føroya, og so mátti arbeiðast dúgliga fyri at savna so mikið av peningi saman, at allir kórlimir høvdu ráð at koma við til Føroyar, og er hetta nú eydnast. Kórið hevur fingið stuðul ymsastaðni frá, og kórlimirnir hava eisini sjálvir verið sera virknir at savna pening.
Húsakórið gleðir seg sera nógv til at koma heim, og ikki minst Tórður á Brúnni sum flutti til Danmarkar sum 12- ára gamal, siga fyrireikararnir.
Fleiri við
Ì ferðini vera 37 sangarar. Jóanes Nolsøe verður eisini við á ferðini og fer at spæla urgu.
Kórleiðarin Tórður á Brúnni ,cand. theol, er føddur í 1963 í Keypmannahavn av føroyskum foreldrum. Frímann S. á Brúnni og sjúkrasystir Mimi á Brúnni
Hann búði í Føroyum frá 1968 til 1976.
Er útbúgvin á tí Kgl. Danske Musikkonservatorium í 1996 .
Tórður hevur spælt sum organistur í donsku fólkakirkjuni síðani hann var 14 ára gamalur. Býr í Sorø, har hann síðani 1987 hevur verið tónleikalærari á Sorø Private Realskole. Síðani 1999 hevur hann verið virkin sum kórleiðari.