Publicservice og etikkur

Opið bræv til Kringvarp Føroya:

Eg eri ikki sørt skelkað av, at Kringvarp Føroya er farið undir at gera sendingar í tabloidstíli. Ein almennur tænastustovnur eigur at vísa etiskt varsemi. Slíkar sendingar hoyra ikki heima í alment fíggjaða tíðindastovni okkara.

Kringvarpið hevur ein serligan leiklut sum almennur tænastustovnur. Í lógini og í publicservice-sáttmálanum er ásett, at tilfarið skal vera fjølbroytt, álítandi og sakligt, og at stovnurin skal virða privatlív og taka etisk atlit.

Tí er tað ørkymlandi, at Kringvarpið nú er farið undir at viðgera familjulagnur á ein hátt, sum líkist meira tabloid enn publicservice. Slík mál eru ógvuliga viðkvom og kunnu fáa álvarsligar avleiðingar fyri tey, sum eru rakt.

Eg haldi, at Kringvarpið eigur at hugsa seg væl um og leggja størri dent á etikk og ábyrgd. Tað er júst hetta, sum eigur at skilja ein publicservice-stovn frá teimum kommersiellu miðlunum.

Kringvarpið eigur eisini at ansa eftir sínum keldum og ikki seta tey, teirra avvarðandi og aðrar partar í málinum í óneyðuga truplar støður. Tað er hetta, sum eigur at eyðkenna ábyrgdarfullan journalistikk. 

 

Kringvarpið átti at brúkt sína avmarkaðu orku upp á viðkomandi samfelagsviðurskifti, heldur enn at viðgera privatlívið hjá einstøkum familjum..

 


Klaksvík 20. oktober 2025

Rúna Sivertsen