Felagið Sp/F 14.05 hjá Kim Durhuus, løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkin, eigur 30 prosent í felagnum Sp/F Gráisteinur, sum eigur uppsjóvarskipið Biritu

Javnaðartingmaður kann skora milliónir upp á 'fólksins ogn'

Sambært Frihedsbrevet skal uppsjóvarskipið Birita seljast. Ein eigari er Kim Durhuus, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin

Felagið Sp/F 14.05 hjá Kim Durhuus, løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkin, eigur 30 prosent í felagnum Sp/F Gráisteinur, sum eigur uppsjóvarskipið Biritu

Sambært Frihedsbrevet eru teir, sum eiga uppsjóvarskipið Biritu í ferð við at selja skipið og kvoturnar. Felagið hevur biðið um tilboð, og freistin at bjóða er sambært Frihedsbrevet í dag.

 

– Tí vita vit ikki, hvørji boð eru innkomin, ella hvat Birita kann verða verd og møguliga verður seld fyri — men tað hoyrist fleiri staðni í vinnuni, at skipið er vert áleið 300 milliónir, og tað er sjálvsagt við kvotum, sum eisini eru størsti parturin av samlaða virðinum. Skipið sjálvt var keypt úr Norra í 2021 fyri “bara” 65 milliónir krónur, skrivar Frihedsbrevet.

 

Skipið fekk í 2021 kvottur upp á 3.000 tons av makreli, 4.000 tons av sild og 9.000 tons av svartkjafti, sum var partur av eini nýggjari stuðulsskipan, sum seinasta samgonga setti í verk, sum æt “stuðul til vinnuligar royndir og verkætlanir, ítøkiligt skipakeyp og ískoytiskvotur”.

 

Talan var um somu kvotu, sum samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, sum sat frá 2015 til 2019, setti á uppboðssølu. Men undanfarna samgonga tók uppboðssøluna av og legði kvoturnar um til hesar stuðulskvotur, sum reiðarí kundu søkja um.

 

Lesið eisini: Enn ein “Krúnborg” í umbúna: Tingmaður vil selja kvotur fyri hundraðtals milliónir

 

Tað hevur gingið væl hjá felagnum Gráasteini, sum eigur »Biritu«, og felagið hevur tríggjar almannakunngjørdar roknskapir. Og sambært teimum hava yvirskotini verið ávikavist 15 milliónir, 27,6 milliónir og 21,8 milliónir krónur hesi árini. Eginognin er hækkað úr 25 milliónum upp í 74,4 milliónir krónur hesi trý roknskaparárini.

 

Sambært Skráseting Føroyar eru tveir eigarar í felagnum, Sp/F Gráastein, sum eiga meira enn 5 prosent í felagnum. Tað er Sp/F BL hjá Birgiri Lützen, sum eigur 60 prosent í felagnum, og Sp/F 14.05 hjá Kim Durhuus, løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkin, og børnum hansara, sum eigur 30 prosent í felagnum.

 

Frihedsbrevet hevur tosað við Birgir Lützen, sum eisini er stjóri í felagnum. Hann sigur seg als onga viðmerking hava í løtuni.

 

Og tá Frihedsbrevet spyr Kim Durhuus, er hann fámæltur, tá tey spyrja hann, um hann heldur, at tað er rætt, at hann og aðrir kunnu fáa hundraðtals milliónir burtur úr kvotum, sum teir hava fingið frá landinum í stuðli, sigur hann, at hann veit ikki, hvør fiskivinnuskipan er hin rættasta. Hann vísir eisini á, at hetta er skipanin, sum politiski myndugleikin hevur valt, og tað má mann fyrihalda seg til.

 

Sambært Frihedsbrevet er freistin at koma tilboðum upp á Sp/F Gráastein í dag. Og keyparar kunnu valla vera onnur enn hini feløgini í uppsjóvavinnuni.

 

Vit hava eisini spurt Kim Durhuus, um tað er rætt, sum Frihedsbrevet skrivar, at skipið er til sølu. Hann vil ikki gera viðmerkingar og sigur seg ikki vita um, at nakað er selt, men at tey sjálvandi halda seg kunnað um tað, sum rørist í vinnuni.

 

Tá vit spyrja hann, um hann heldur, at tað er sambæriligt at sita sum tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum gongur inn fyri almennari uppboðssølu av kvotunum, so hevur hann heldur onga viðmerking til tað, men vísir til, at summi hildu, at uppboðssølan var ein suksé, meðan onnur hildu tað øvugta.

 

– Men sum eg segði við Frihedsbrevet, hetta er tann skipanin, sum man hevur valt, og tað má eg fyrihalda meg til, sigur Kim Durhuus.

 

Enn er ikki greitt, hvussu nógv kvoturnar hjá uppsjóvarskipunum minka næsta ár, men sambært tilmælinum hjá ICES, so er talan um stórar skerjingar, og so er spurningurin, hvussu tað ávirkar prísin á kvotunum hjá 'Biritu'.

 

Felagið Sp/F 14.05 hjá Kim Durhuus, løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkin, eigur 30 prosent í felagnum Sp/F Gráisteinur, sum eigur uppsjóvarskipið Biritu