Fýra stig til B36 og fýra stig til EB/Streym

Vit taka stutt samanum teir fýra innanhýsis dystirnar millum B36 og EB/Streym

EB/Streymur vann ein dyst, B36 vann ein dyst, og tann eini dysturin endaði við málleysum javnleiki. Soleiðis kann stutt takast samanum teir tríggjar innanhýsis dystirnar millum B36 og EB/Streym í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.

 

Sostatt var úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum fýra stig til B36 og fýra stig til EB/Streym. 

 

Málúrtøkan í hesum trimum dystunum gjørdist 4-3 til B36.

 

B36 megnaði ikki at vinna á EB/Streymi á heimavølli, og EB/Streymur megnaði heldur ikki at vinna á B36 á heimavølli.

 

EB/Streymur – B36 1-3 (0-1) - 19. oktober

 

0-1 Hannes Agnarsson (11.)

 

0-2 Mattias Weihe Joensen (58.)

 

1-2 Ábraham Klein Joensen (63.)

 

1-3 Jóhann Hansson Joensen (90.+)

 

B36 - EB/Streymur 0-0 - 24. mai 

 

B36 - EB/Streymur 1-2 (0-1) - 3. mai

 

0-1 Boubacar Sidik Dabo (36.)

 

0-2 Boubacar Sidik Dabo  (55.)

 

1-2 Mattias Hellisdal (85.)

 

Kelda: FaroeSoccer