- Skrokkurin á Sjúrði Tollakssyni, sum er bygdur á Stozcnia Wisla skipasmiðjuni í Gdansk í Póllandi, verður nú sleipaður til Skagen.
Tað veit heimasíðan hjá Varðanum í Gøtu at siga í dag.
- Sjúrður Tollaksson verður væntandi í Skagen fyrrapartin hósdagin.
Lagt verður aftrat, at skipið verður monterað og liðugtgjørt á Karstensens Skipsværft í Skagen.
- Væntandi verður Sjúrður Tollaksson liðugur og leveraður til Varðan seint á vári 2026, upplýsir reiðaríið í Gøtu.
Hitt skipið, sum Varðin í Gøtu eisini letur byggja, hevur fingið navnið, Dunga Jákup - eftir Jákupi Jacobsen, sála.