Hernaðarkanningarfólk í USA halda, at tað er sannlíkt, at amerikanskar herdeildir høvdu ábyrgdina av einum álopi á ein iranskan gentuskúla, har fleiri børn lótu lív leygardagin.
Tað halda tveir ónevndir amerikanskir embætismenn, siga teir við tíðindastovuna Reuters.
Sambært keldunum eru kanningarfólkini tó ikki komin til nakra endaliga niðurstøðu enn, og tey eru enn ikki liðug við sína kanning av álopinum.
Tað hevur ikki eydnast hjá Reuters at fáa fleiri upplýsingar um kanningina. Millum annað er ikki greitt, hvørji prógv eru grundarlagið undir fyribils metingini, sum keldurnar greiða frá.
Tað er heldur ikki greitt, hvat slag av ammunitión varð brúkt í álopinum, ella hvør orsøkin kann vera til, at USA kann hava framt eitt álop á skúlan.
Mikudagin váttaði amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, at amerikanski herurin kannar hendingina.
Ónavngivnar keldur hjá Reuters vilja ikki útihýsa møguleikanum fyri, at nýggj prógv kunnu koma fram, sum fríkenna USA og vísa á, at ein annar partur hevur ábyrgdina av álopinum.
Reuters fekk ikki ásett, hvussu leingi kanningin fór at vara.
Gentuskúlin í Minab, sum liggur har suðuri í Iran, varð raktur leygardagin, fyrsta dagin fyri amerikansk og ísraelsk álop á Iran.
Ali Bahrein, sendiharri í Iran í ST, sigur, at álopið hevur dripið 150 næmingar. Reuters kundi ikki sjálvstøðugt staðfesta tað talið.
– Vit kanna tað. Vit miða sjálvandi ongantíð móti sivilum málum. Men vit hyggja at tí og kanna tað, segði Hegseth mikudagin, tá hann varð spurdur um hendingina á tíðindafundi.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, segði mánadagin, at USA ongantíð við vilja fer at rætta seg móti einum skúla.
The New York Times nevnir álopið á skúlan sum hendingina við hægsta talinum av sivilum deyðum, síðani álopini á Iran byrjaðu.
The New York Times skrivar, at blaðið hevur savnað prógv, eitt nú nýútgivnar fylgisveinamyndir, uppsløg á sosialu miðlunum og váttað videobrot.
Sambært miðlunum vísir tilfarið, at skúlin fekk stóran skaða av einum neyvleikaálopi, sum fór fram samstundis sum eitt álop á eina nærliggjandi støð, sum iranska kollveltingarverjan stýrir.
/Ritzau/











