Tað er Ben Arabo, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum ein grein 52a fyrispurning um nikotinvesku til e-sigarettir.
Hann spyr soleiðis:
1. Hvør er løgfrøðiliga grundgevingin fyri, at nikotinveska til e-sigarettir ikki verður mett sum ein tubbaksvøra ella líknandi nikotinvøra eftir galdandi lóggávu?
2. Metir landsstýriskvinnan, at nikotinveska til e-sigarettir, sum ikki er ætlað til roykisteðg ella viðgerð, fellur undir heilivágshugtakið í løgtingslóg um heilivág?
3. Um landsstýriskvinnan metir, at nikotinveska til e-sigarettir ikki er umfatað av roykilógini ella undantakinum í § 2 í løgtingslóg um heilivág, ætlar landsstýriskvinnan tá at taka stig til at greiða rættarstøðuna ella tryggja føroyskum brúkarum lógliga atgongd til slíkar vørur?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Ben Arabo á, at tá broyting var framd í løgtingslóg um heilivág í farnu tingsetu, boðaði TAKS frá, at føroyingar ikki longur kunnu innflyta nikotinvesku til e-sigarettir, tí at nikotinveska var heilivágur, eisini tá hon ikki er ætlað til roykisteðg ella viðgerð.
– Tað tykist ikki greitt, hvussu nikotinveska til vanliga nýtslu, ið inniheldur evni úr tubbaksplantuni, skal flokkast eftir galdandi lóggávu. Tað er heldur ikki greitt, hví nikotinveska ikki fellur undir § 2 í løgtingslóg um heilivág, ið undantekur »tubbaksvøru ella líknandi nikotinvøru«, sigur hann.
– Um so er, at Føroyar, sum eitt av heimsins fáu londum, nú bannar nikotinvesku til esigarettir, so er talan um eina munandi avmarking av atgongdini til eina vøru, sum nógv fólk nýta. Ein slík støða eigur eftir spyrjarans tykki at byggja á eina greiða politiska avgerð og eina opna viðgerð av málinum.
– Nógvir fyrrverandi roykjarar nýta e-sigarettir sum alternativ til vanligar sigarettir. Hóast e-sigarettir ikki eru uttan heilsuvanda, verður vanliga mett, at tær eru minni heilsuskaðiligar enn vanligar sigarettir, sigur Ben Arabo, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.










