Tann dagin tú fert frá er ikki brúk fyri tær meira

Marjun og Jákup Frants Larsen hava altíð havt áhuga í gomlum bilum og eiga fýra ellisakfør. Marjun er forkvinna í felagnum Fuglafjarðar Ellisakfør. Jákup Frants var skrivari hjá Fuglafjarðar kommunu í 46 ár. Tá hann fór á pensjón gjørdist telefonin, sum áður hevði ringt dag og nátt, púra kvirr. Tað var trupult í fyrstani, men í dag gleðast hjúnini um at tey hava nógva tíð saman

Fyrsta ellisakfarið fingu tey í 2001. Hetta var ein Ford Taunus. Pápi Marjun Larsen keypti bilin í 1971. Síðani hava tey fingið trý ellisakfør afturat.

 

Í 2012 bleiv felagið Fuglafjarðar Ellisakfør stovnað. Felagið hevur høli til limirnar í gamla Timburhandlinum í Fuglafirði. Felagið er fyri íbúgvar í Fuglafjarðar kommunu sum eiga ellisakfør. Tey høvdu fegin vilja tikið ímóti bilum aðrastaðni frá, men tað er ikki pláss fyri øðrum, tí tað er bíðilisti at fáa bilin inn í hølini. Hølini eru á tremur, og nú standa bilarnir inni fyri veturin.

 

– Vit vóru har niðri í gjárkvøldið og stúgvaðu, vit fingu 19 bilar inn. Og tá eru ikki allir inni, tveir eru úti, sum eiga pláss.

 

##med2##

 

Marjun Larsen er forkvinna í felagnum á øðrum ári, og hon hevur úr at gera.

 

– Eg segði kanska for skjótt ja til at gerast forkvinna, hugsaði gott er, eg kann prøva. Eg haldi, at tað hevur gingið hampiligt, og tað hevur verið lív felagnum.

 

Støðan hjá Fuglafjarðar ellisakfør er kortini tann, at sambært miðbýarætlanini til Fuglafjørð, skal bygningurin, har ellisakførini húsast, takast niður.

 

Henda óvissa ger tað trupult at leggja ætlanir og gera umvælingar.

 

– Vit vóru byrjað at skifta vindeygu, men tað steðgaði upp. Vit liva upp á lænta tíð har niðri.

 

Kortini er felagið virkið. Fyrstu ferð ellisakførini koma út, er á flaggdegnum. Fuglafjarðar ellisakfør er við í flaggdagshaldinum í Havn og í Fuglafirði, síðani verður koyrt til Hellurnar og Oyndarfjarðar.

 

Tá biltreff er í Fuglafirði, koma nógv ellisakfør úr Havn, og tey eru fastir gestir á Oyri, tá mentanardagar eru í Sunda kommunu. Eisini verður farið til Sjómannadagin í Klaksvík og onnur tiltøk

 

– Tað kemur altíð nógv fólk at hyggja, og tá vit koyra hurðina upp í høllini, so koma nógv fólk beinanvegin, so tað er stórur áhugi fyri bilunum.

 

##med3##

 

Hvørt mikukvøld hittast tey í felagnum, og tá er Marjun einsamøll kvinna.

 

– Teir tosa um motorar, hestakreftir, kubikk, tað er ikki altíð, at eg kann fylgja við, men eg eri so har, og kann í øllum førum geva teimum ein kaffimunn, sigur Marjun og flennur.

 

Fyri Marjun Larsen hevur tað nógv at siga at liva eitt virkið lív, við fleiri áhugamálum, og hon hevur altíð okkurt at gera; Seymar kort, perlar, og bindur. Um veturin gongur hon í kvøldskúla.

 

– Eg haldi ikki, at eg keði meg nakrantíð. Man kann ikki fara allastaðni, okkurt má skiljast burturúr.

 

##med4##

 

Telefonin gerst kvirr

 

Í 46 ár var Jákup Frants Larsen kommunuskrivari hjá Fuglafjarðar kommunu. Í góðari tíð boðaði hann býráðnum frá, at tá hann gjørdist 67 ár fór hann at gevast í arbeiðinum. Heitt var á hann at halda á til setanin var liðug.

 

– Eg segði, at teir máttu seta ein annan í góðari tíð, so at vit kundu arbeiða saman, og tað bleiv eisini gjørt.

 

Tá Jákup Frants fór frá, var hann blivin 68 ár, og ein samkoma varð hildin fyri honum.

 

– Tað var ein løgin kensla. Eg handaði borgarstjóranum lyklarnar, og alt á kontórinum hjá mær, so fór eg til hús, og eftir 46 ár skuldi eg ongantíð møta aftur. Tað var løgið, men tíðan betur ordiliga gott, og tað var ein virðiligur máti at fara frá.

 

Jákup Frants tók í hondina á øllum politikarunum og starvsfólkunum, og har var eingin illstøða av nøkrum slag, tí hann hevði tikið støðuna sjálvur.

 

##med5##

 

Árini 1999 til 2020 var Jákup Frants Larsen formaður í ráðgevingarbólkinum hjá Kommunufelagnum. Bæði sum skrivar hjá Fuglafjarðar kommunu og í Kommunufelagnum kom hann í samband við nógv fólk. Ein var ein fyrrverandi borgarstjóri í Aalborg.

 

– Fyrrverandi borgarstjórin segði, at tað var løgið, tí á miðnátt tað árið, hann fór frá, og ein nýggjur tók við, tá slóknaði telefonin, tá var ikki brúk fyri honum meira.

 

Fyrrverandi borgarstjórin gav Jákupi Frants tey ráð, at hann mátti minnast til, sum tann ungi maður hann var tá, at tann dagin hann fór frá, hevur eingin brúk fyri honum meira, og tá sløknar telefonin.

 

– Og hann hevði rætt. Tað var øðiliga løgið, tá man var vanur við at vera tøkur alt samdøgrið.

 

##med6##

 

Jákup Frants hevur ongantíð angrað, at hann gavst at arbeiða, men friðurin fyrstu tíðina var løgin, og tað merkti Marjun eisini á manninum.

 

– Eg haldi, at hann hevði tað nokkso ringt við tað, tí hvørjaferð eg hevði verið úti og kom heim, segði hann, at her hevur eingin verið, og eingin hevur ringt.

 

Við nýggju tilveruni kundu Marjun og Jákup Frants betur gera av, hvussu tey nýttu tíðina. Tey gleðast um hvønn dag tey fáa og raðfesta at gera ymiskt saman, tí tað hevur teimum altíð dámt væl. Tey ferðast nógv, og tey ferðast altíð saman. Tey eiga summarhús í Oyndarfirði og í Ebeltoft. Ofta ferðast tey fleiri ferð um árið niður, at vera í summarhúsunum.

 

– Vit fáa ofta skotið í skógvarnar, at vit aftur skulu avstað, men tá eg ikki orki at ganga, tá fara vit ongan veg, tað er nú tað skal vera.

 

Ein broyting var eisini, at nú vóru bæði heima allan dagin, tað er heldur eingin trupulleiki. Jákup Frants og Marjun giftust í 1977, og tey sita enn væl um sátt.

 

– Tað snýr seg um at vera tolerantur, ongantíð blíva illur, og brúka ljótan munn, tað gera vit ongantíð, vit hava altíð tosað virðiliga við hvønn annan, og tað skal man gera við øll.

 

Eg haldi, at tað er bara gott at kunna fara upp tíðliga um morgunin. At hava heilsuna og kunna seta seg við morgunmatarborðið at tosa um leyst og fast, áðrenn eg fari at ganga túr, sigur Jákup Frants.

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

19 bilar rúmast í høllini

Marjun Larsen er forkvinna í felagnum Fuglafjarðar Ellisakfør

Jákup Frants hevur eitt stórt savn av modelbilum