Sinnisdagur í Føroyum

Í samband við at alheims heilsustovnur ST (WHO) hevur kosið 10 Oktober til altjóða sálarheilsudag, setur Sinnisbati fokus á støðu teirra sálarsjúku við at skipa fyri tiltøkum henda dagin, undir heitinum: Gevið sinninum gætur!

Endamálið er:
at skapa meiri tolsemi og betri fatan av teimun sinnislíðandi og teirra kæru
at fáa føroyingar at stuðla arbeiði fyri tey sinnislíðandi
at skapa teim betri bústaðar-, ítrivs- og verkamøguleikar
at fyribyrgja sálarsjúkum og betri møguleikum at gerast frísk aftur
Alheims heilsustovnur Sameindu Tjóða sendir hvørt ár út eitt uppskot um hvørji evni, íð tey einstøku Sinnisbata-feløgini kring heimin eiga at taka fram á hvørjum ári. Ì 2004 er evnið: eitt sunt sinni í sunnum kroppi
Vit í sinnisbata hava valt at leggja dent á hettar evnið og á støðu teirra sálarsjúku í Føroyum, sum heild. Øll kunnu verða rakt av sálarveikleikum og sálarsjúku, summi tíðliga og onnur seinni í lívinum. Tí eiga vit øll, bægi ung og fólk í bestu árum, at hava hugtakið eitt sunt sinni í sunnum kroppi frammalaga í huga hvønn dag.
Í samband við alheims sálarheilsudagin 9. Oktober verður Sinnisbati á Vaglinum kl. 12:30. Vit tosa um framtíð og politiskar visiónir í psykiatriini.
? Sinnisbati hevur áhuga fyri tiltakinum hjá kunningarstovuni, KOM og GAKK. Í samband við evnið: eitt sunt sinni í sunnum kroppi verður heitt á fólk um at taka lut í gongutúrunum, tí tað stimbrar kropp og sál, sigur Soffi Egholm, forkvinna fyri Sinnisbata.