Ein fantastiskur Heystfagnaður

- Tað hevur verið eitt spæl at fingið fólk at hjálpa til, sigur borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini

- Enn ein fantastiska væleydnaður Heystfagnaður saman við fantastiskum fólki.

 

Soleiðis skrivar borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, á sínum Facebook-vanga í kvøld, nú enn ein Heystfagnaður hevur verið á Eiði.

 

- Øll bygdin hevur enn einaferð, staðið saman um Heystfagnaðin. Tað er eitt ófatiligt arbeiði, sum so ótrúliga nógv fólk hava gjørt fyri, at hetta ber til.

 

Borgarstjórin sigur, at øll eiga stórt rós uppiborið, og tað hevur verið eitt spæl at fingið fólk at hjálpa til, leggur hann aftrat.

 

- Stóra tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hava tikið eina hond í - uttan tykkum bar hetta als ikki til. 

 

Jógvan í Skorini hevur eisini eina serliga tøkk at bera Aldu Magnusardóttir Egilstrøð, Elini Kruse, Flóvin Kruse Kolsbyrgi og Hilduri Kruse Sørensen. 

 

- Takk fyri eitt fantastiskt og positivt samstarv í heystfagnaðartoyminum. Tit eru gull verd, og tit síggja bara møguleikar og ongar forðingar.

 

Nú enn ein Heystfagnaður er lagdur afturum, takkar borgarstjórin samskipandi toyminum fyri ótroyttiligt og ólønt arbeiði.

 

Lesið eisini:

 

Ársins Heystfagnaður á Eiði eydnaðist sera vælhttps://www.in.fo/news-detail/arsins-heystfagnadur-a-eidi-eydnadist-sera-vael