Noyðast at steingja wc'ini fyri áhaldandi herverk

- Almennu vesini í Kvívík verða nú stongd, sigur kommunan í dag

 

Í Kvívíkar kommunu hava tey nú gjørt av at steingja almennu wc'ini í Kvívík. 

 

- Í fleiri vikur hevur áhaldandi herverk verið framt á almennu vesini í Kvívík.

 

Tí sær kommunan seg nú noydda at steingja wc'ini í bygdini.

 

Hetta skrivar Kvívíkar kommuna á sínari heimasíðu í dag.