Eyðfinn Magnussens greiðir soleiðis frá:
Sum eg skrivaði í mínari seinastu frágreiðing um
Haruveiðan í Føroyum - 2024
so var hon tann seinastu frágreiðing, sum eg skrivaði um haruveiðuna í Føroyum, og eisini seinastu ferð, at eg skráseti haruveiðuna í Føroyum.
Síðani 2015 eru upplýsingarnar um haruveiðuna í Føroyum savnaðar á heimasíðuni “Haran.fo”, men navnið (domenið) “haran.fo” gongur út, og verður sløkt 23. oktobur. Eftir tað kann eg presentera meg sum ”fyrrverandi haruteljara”, og fari heldur at nýta tíðina, at viðgerða øll tey tølini, sum eg havi savnað saman hesi seinastu 13 árini.
HARUVEIÐAN TALSFEST
Eg byrjaði á skráseta haruveiðuna í Føroyum í 2012. Áðrenn tað, visti eingin, hvussu nógv fólk skjóta harur í Føroyum, ella hvussu nógvar harur vórðu skotnar tilsamans. Heldur ikki vistu vit, hvussu nógvar harum vórðu skotnar í hvørjum av teimum umleið 250 høgunum, har teir skjóta harur, ella hvussu veiðan broyttist frá einum ári til annað.
Menn tað vita vit nú. Hesi 13 árini havi eg skrásett veiðuna frá 10.320 harutúrum í 461 høgum í Føroyum. Nú vita vita vit, at á hvørjum árið eru tað einir 1.000-1.200 mans, sum skjóta harur í føroysku høgunum. At tað, so at siga bara eru menn, sum skjóta harur. Vit vita eisini, at samlaða talið av skotnum harum í Føroyum í miðal liggur um tær 7.000 harurnar, men at samlaða talið kann vera rættuliga ymiskt, frá einum árið til annað. Í 2016 var tað knapt 3.000, meðan tað í 2014 og 2020 var tríggjar ferðir so stórt, umleið 9.500 harur. Vit vita, at umleið ein triðingur av harunum verða skotnar í Streymoynni. At flestu harurnar vanliga verða skotnar í Vestmanna, og at átta teir bestu haruhagarnir í Føroyum eru: “Norðurtriðingur – Norðaripartur” og Norðurtriðingur – Sunnaripartur”, eisini nevndur Vørufelli í Sørvági, “Úti í Haga á Bjørgum”, Dalhagin- Eystaripartur” og Norðurnesið í Vestmanna, Kvíggjarhamarshagi í Saksun, Skálatoftahagi á Borðoynni og “Frammi í Haga (Presthagin)” í Kvívík. Í hvørjum av hesum høgunum hava teir skotið millum 90 og 280 harur um árið hesi seinastu 13 árin.
TAKK FYRI SAMSTARV OG HJÁLP
Øll hesi 13 árini er arbeiði at skráseta haruveiðuna í Føroyum gjørt sum sjálvboðið arbeiði, har eg, í høvuðsheitum, havi brúk mín frítíð at savna sama og skriva um veiðuna. Men utt tykkara hjálp, hevði hetta ikki verið møguligt. Á hvørjum ári hava tað verið eini 300 heimildarfólk, sum trúliga hava skrásett veiðuna á heimasíðuni “haran.fo”. Eg vil við hesum takka tykkum fyri hjálpina. Uttan tykkara hjálp, hevði hetta arbeiði als ikki veri møguligt.
Seinasta frágreiðingin um “Haruveiðan í Føroyum – 2024” kann lesast á leinkinum:
https://www.pure.fo/files/46044368/NVDrit2025_13_HaruveidanIFoeroyum2024.pdf











