Børn í vanda

Børn eru serliga útsett fyri at gerast misnýtarar av ymsum slagi. Blái Krossur er saman við nøkrum føroyskum kommunum farin undir fyribyrgingarátak, sum skal fáa børn at byrja seinni at roykja og drekka

Tað er lættari at fyribyrgja enn at lekja, ásannar Blái Krossur, sum er farin undir eitt stórt fyribyrgingarátak, sum nevnt verður »Børn í vanda«.
Tórhild Bjarkhamar, sum vegna Bláa Kross stendur fyri átakinum, greiðir frá, at ætlanin vi hesum er at fáa ávirka børn og ung at byrja seinni at roykja og drekka, enn vit ofta síggja tað í dag.
»Hetta er ikki ein ætlan at fáa fólk at leggja av ella umvenda nakran. Hetta er ein roynd at fáa eitt opið orðaskifti um rúsevni sum heild. Millum børn og foreldur. Foreldur sínámillum. Foreldur og ymsar myndugleikar og millum fólk sum heild. Tí tað hevur leingi sæð út til, at hetta er eitt tabu evni, sum eingin vil ella torir at tosa um«, sigur hon.
Hon greiðir frá, at hetta átakið er ætlað at vara í trý ár, soleiðis at til ber at fylgja tí og gera metingar um, hvørt tað hevur nakra ávirkan ella ikki.
Blái Krossur hevur fyrr havt eitt tiltak, sum nevnt varð »Rusfrí avtala«. Tað tiltakið vendi sær til børn í 7. flokki.
Hetta nýggja tiltakið er ætlað øllum børnum og ungum frá føðing til 18 ára aldur. Og ikki minst teimum, sum eru um hesi børnini, greiðir Tórhild Bjarkhamar frá.
Hesi, sum eru um børnini, eru í hesum sambandinum umframt foreldrini eisini starvsfólk á dagstovnum og skúlum. Frítíðarleiðarar so sum ítróttar- og skóta- og samkomuleiðarar. Barnaverndarlimir og kommunalpolitikarar. Ætlanin er at fáa øll hesi í talu á skeiðum, sum hildin fara at verða um evnið. Og her er tað, at kommunurnar koma við í átakið.
Klaksvíkar Kommuna og Felagskommunan í Vágum hava játtað at vera royndarkommunur í hesum átakinum við at lata tey, sum starvast við børnum og ungum í økinum taka lut í skeiðum og á tann hátt at kunna tosa við hesi fólkini og virka við til, at rúsevnisnýtslan millum ungfólk kann tálmast og helst minka. Eisini Runavíkar Kommuna verður við í ávísan mun, sigur Tórhild Bjarkhamar.
Hon sigur, at tey hava við vilja ikki sligið tað ov stórt upp at byrja við. Men tey, sum Blái Krossur hevur havt samband við, hava verið sera positiv og tikið væl í móti hugskotinum. Eisini um kommunurnar skulu leggja nakað av peningi í átakið.
»Hetta er ikki eitt vinnuligt átak, sum gevur avkast aftur beinanveg«, ásannar Tórhild Bjarkhamar. Men tann vinningur, sum kann fáast burtur úr hesum við tíðini, er ikki so lítil, um bert nøkur fólk kunnu haldast frá rúsevnum í longri tíð.
Hon vísir til royndir sum vísa, at serliga børnini eru lætt offur fyri misnýtslu, og fyrr ein byrjar, størri eru møguleikarnir fyri at fara í hundarnar.
Men her sum við so mongum øðrum er ein góð fyrimynd gull verd. So um foreldrini ganga undan sum góð fyrimynd, hjálpir tað beinaveg upp á vanarnar hjá børnunum. At so tey, sum børnini annars eru saman við og síggja upp til, eisini hugsa soleiðis, er bara dupultur vinningur.