Hjørleif Hjaltalin
Valevni fyri Fólkaflokkin til Tórshavnar býráð
?????
Sum flestu kunnugt, blómar tónleikalívið í Tórshavnar kommunu. Vit hava fleiri ung fólk, ið spæla tónleik í Margarinfabrikkini, ung fólk í Musikkskúlanum, fleiri kór , horn- og træblásarar, bólkar, ið framføra klassiskan tónleik, bólkar sum spæla jazz tónleik umframt øll tey ungu, ið hava funnið eitt kjallarahøli at venja í.
Eg ivist stórliga, um nakar annar býur í heiminum, við sama fólkagrundarlagi, hevur eitt so ríkt tónleikalív sum Tórshavnar kommunu hevur, og hetta sereyðkenni má stuðlast og varveitast!
Trupulleikin hjá tónleikalívinum í Tórshavn er, at tað einans er eitt høli, ið er egnað til framførðslu av tónleiki og er tað í Norðurlandahúsinum. Men Norðurlandahúsið er ætlað til nógv onnur endamál enn tónleik og ikki er altíð lætt at koma framat. Norðurlandahúsið er heldur ikki eitt hús burturav til tiltøk hjá borgarum í Tórshavnar kommunu, men fyri allar føroyingar og norðurlendingar.
Fyri at tónleikalívið í býnum framvegis kann blóma og fáa virðiligar karmar at virka undir, eigur eitt mentanarhús at verða bygt. Eitt tílíkt hús kundi verið karmur um fleiri mentanartiltøk í býnum, t.d. tónleikaframførslur, sjónleikir, upplestur, framsýningar o.s.fr.. Eru karmarnir í lagi, fer mentanarlívið at blóma enn meira, og hvør veit, kanska kunnu vit við hesum stuðla undir komandi "tónleikastjørnum", ið kunnu selja teirra tónleik uttanlands !
Eitt mentanarhús í Tórs-havn eigur sjálvandi eisini at innihalda annað enn framførðslur. Har kundi t.d. verið ein føst framsýning, ið lýsti søguna hjá Tórshavnar kommunu, fastar framsýningar av ognum hjá Tórshavnar kommunu, sum í dag eru spjaddar um allan býin. Stutt sagt, eitt hús, ið verður brúkt, og sum allir borgarar í kommununi kunnu fegnast um! Stutt sagt, ein mentanarmiðdepil!










