Skipað verður fyri heyststevnu í Soli Deo Gloria. Byrjað verður mikukvøldið 13. okt. kl. 20.00. Møtini halda fram til og við sunnudagin 17. okt. Seinasta møtið verður kl. 18.00.
Á stevnuni verða ymisk, sum fara at luttaka við talu, sangi og vitnisburði.
Leygarkvøldið 16. okt. kl. 23.00 skipar ungdómurin fyri serstakari ungdómsløtu, har ymisk ung syngja og vitna.
Vit mugu óivað ásanna, at samfelag okkara er inni í eini broytingartíð.
Vit síggja, at stórar broytingar fara fram í bygnaðinum innan nógvar stovnar og virkir, og handilslívið sigur frá, at sølan minkar.
Í øllum hesum broytingum eru tað menniskju, sum koma í klemmu á ein ella annan hátt, stúran og ótti blívur ein stórur partur av gerandisdegnum, óvissa og spurningar um, hvussu lagnan hjá einum verður á arbeiðsplássinum.
Tað mugu vera tey fægstu, sum ikki kunnu sanna, at tá tann materialistiski partur av lívs-uppihaldinum verður trýstur, kemur stúran inn. Tað er ein sannroynd, at tá ein kemur í trupulleikar av einum hvørjum salg, hevur ein tørv á at tosa. Tað mest óhepna, ein kann gera, er at flýggja inn í seg sjálvan og lukka av, tað hevur sjáldan borið góðan ávøkstur.
Samtalur og forbøn
Á heyststevnuni verður høvi at kunna ringja inn og biða um eitt prát um tann andaliga trupulleik-an, ein hevur.
Tað kann vera, at tú ert bundin av einhvørjum, sum ger, at lív títt í aðrar mátar ikki fungerar optimalt. Møguliga ger hetta, at tín familja ikki fungerar. Tað er ein sannroynd og ein drúgv erfaring og royndir, at tá boðskapurin um Jesus kemur inn í tann einstaka og familjuna, verður alt umbroytt, tú upplivir at verða settur fríur.
Berið byrðar
Viðgjørt kann lívið vera so tungt og ein kennir, at ov stórar byrðar verða lagdar á ein. Tað er sum byrðan er ov tung at bera einsamallur.
Skriftir lærir okkum, at hon minnir okkum á at bera byrðar hvør hjá øðrum og uppfylla soleiðis lóg Krists.
Við at ringja 456514 frá kl. 18.00 mikudagin, verður møguligt at tosa við ein, sum kann biðja fyri tær ella tú kann fáa eina avtalu, har tú/tit kunnu fáa eina samtalu. Vit vilja staðiliga heita á tykkum um at gera brúk av hesum møguleika. Vit ynskja at bera byrðarnar við tykkum og møguliga vera við at hjálpa tykkum víðari í lívinum. Lat ikki stúran blíva tann stóra meinboga á lívsleiðini hjá tær, lat okkum seta okkum niður og fáa eitt prát heilt avslappað. Málið og bøn okkara er, at tú/tit fáa hjálp at koma víðari í lívinum.
At enda vilja vit bjóða vælkomin til stevnuna hesar dagar. Lat okkum møta við opnum sinni og hjørtum, hvat Guds orð hevur at siga okkum. Eftir møtini um kvøldið verður høvi at njóta ein drekkamunn og hava góðan sosialan felagsskap. Einaferð enn vælkomin úr bygd og bý.