Oddagrein· Skúladepil

Samgongan er ikki samd um uppskotið um at byggja skúladepil í Marknagili í Havn. Uppskotið, ið eftirhondini er nøkur ár gamalt, snýr seg um at byggja ein skúladepil til fleiri miðnámsskúlar í nánd av Føroya Handilsskúla í Marknagili. Verkætlanin er sostatt vælkend og hevur verið umrødd leingi. Nú er so komið fram, at semja er ikki í samgonguni um hesa verkætlan. Javnaðarflokkurin hevur meldað út, at landsstýrismaðurin í skúlamálum ikki hevur samgonguna aftan fyri seg í hesum máli.

Tað er eftir okkara áskoðan spell, at stígur nú er komin í hetta mál. Vit loyva okkum at halda, at hetta við einum felags bygningi fyri allar miðnámskúlar í høvuðsstaðnum er eitt gott hugskot. Øll vita, at bæði tekniski skúlin og studentaskúlin hava stórar hølistrupulleikar. Skúlin í Hoydølum er niðurslitin og alt ov lítil til næmingatalið. Tekniski skúlin er í somu støðu, so her er stórur tørvur á at byggja nýtt. Verkætlanin hevur sum longu nevnt verið á veg leingi, og tað má sigast at vera illa avstað farið, at samgongan ikki hevur fingið hetta mál uppá pláss undir samgongusamráðingunum. Tað er mikið spell.

Tað er eitt sindur torført at skilja, hvat tað er, ið ger, at Javnaðarflokkurin er ímóti hesi verkætlanini. Tað er jú innlýsandi, at tað er bíligari at byggja ein skúlabygnng enn tveir. Við einum depli ber til at skipa nógv felags virksemi og tað ber til at deila ymisk felags høli. Hetta má spara nógvan pening til rakstur. Tá hugsað verður um tær ovurstóru rakstrarútreiðslurnar í skúlaverkinum, so skuldi ein hildið, at fíggjarlig fyrilit áttu at viga tungt hjá politikkarunum. Tað er tí torført at skilja mótstøðuna ímóti einum skúladepli í Marknagili. Um talan er um námsfrøðiligar grundgevingar, so eiga hesar at koma á borðið, so almenningurin kann taka støðu til slíkar grundgevingar. Hinvegin hava vit ilt við at síggja, hvat skuldi verið galið við, at ung fólk úr fleiri ymiskum skúlaskipanum deila somu hentleikar og í ávísan mun somu lærarar. Hetta skuldi júst verið ein fyrimunur. Tann tíðin, tá studentarhúgvan gjørdi tann stóra munin, er farin um at kalla øll Norðurlond, so tað kann valla vera her, vit skulu leita eftir orsøkunum til mótstøðuna.

Vit skulu sjálvsagt ikki blankt avvísa, at tað kunnu vera grundir til ikki at fremja hesa verkætlan. Men so mugu vit hava allar grundgevingar fyri mótstøðuni fram í ljósið skjótast. Um vit ikki fáa góðar og vælgrundaðar grundgevingar, hevur Javnaðarflokkurin í høvuðsstaðnum ein trupulleika. Tí eitt er rættiliga vist: havnafólk taka undir við hugskotinum um ein skúladepil í Marknagili og býráðsval stendur fyri durum. Men val ella ikki. Spurningurin um at skapa felags útbúgvingarumhvørvi tengt saman við effektivisering og rationalisering og her ikki minst út frá okkara avmarkaðu ressursum átti í hvussu er at elvt til eitt breitt orðaskifti. Tað fara vit at taka upp í eini av komandi tinghellunum eisini.

Sosialurin