Eldur var í einum lastbili, sum stóð á ruskplássinum hjá IRF í Trøllavík í Suðuroy. Fráboðanin kom klokkan 9:23. Talan var um ein bil, sum skuldi beinast burtur.
Talan er ikki um, at eldur er settur á bilin, sigur vaktleiðarin, tí staðfest er, at eldurin er kyknaður við akkumulatorarnar í bilinum, og tí er helst talan um skammlop, sigur vaktleiðarin.
Eldurin varð sløktur, áðrenn hann breiddi seg á ruskplássinum, og støðan var ongantíð kritisk, sigur vaktleiðarin.











