Brandur Ørvarodd er 18 ára gamal og fyllir 19 hin 16. november - ella um nakrar dagar. Hóast blaðungur, hevur hann verið sjómaður í skjótt tvey ár, og hann siglir við frystilínuskipinum, Pison.
Hann fór fyrsta túrin í ringastu vetrartíð - í januar 2024. Sjóverkur var, men hann spýði ongantíð. Ráðini hjá skiparanum vóru at royna at eta og drekka, og tað vísti seg, at hetta gjørdi honum gott.
- Tað var skjótt, so var eingin sjóverkur meira, sigur ungi maðurin, sum eisini var ein avloysaratúr við trolbátinum, Sigatindi í september í ár, nú hann kortini var heima, eftir at hava verið úr Føroyum í nakrar mánaðir.
Á sumri í 2023 varð hann liðugur við fólkaskúlan, og tá lá hugurin meira til arbeiði og sjógvin enn at halda fram í skúlanum – fyribils.
##med2##
Áðrenn hann fór umborð á Pison í januar árið eftir, at fólkaskúlin varð liðugur, arbeiddi hann í fiski í Skopun, og hann landaði hjá Barðinum í Havn. Hann hjálpti eisini einum ungum manni á Sandi, sum hevur eina fyritøku.
Brandur er sonur Sólrun og Egin Fríða Ørvarodd, sum búgva á Sandi. Fleiri í familjuni hjá Brandi á Viðareiði eru sjófólk, og tað er pápin, Egin Fríði, eisini. Hann siglir í Grønlandi.
Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar, er ein størri samrøða við unga sjómannin, sum fyribils ætlar sær at halda fram at sigla.












