Kanada mist status sum land við ongum meslingum

Minkandi koppsetingarprosentið í Kanada er orsøkin til, at landið nú aftur hevur fingið meslingar at dragast við

Eftir næstan 30 árum hevur Kanada nú mist sín status sum landið við ongum meslingum.

 

Tað var í dag, at panamerikanski heilsustovnurin strikaði støðuna hjá Kanada, tí landið ikki hevur megnað at steðgað einum áralongum útbroti av meslingum.

 

Heilsufrøðingar siga, at minkandi koppsetingarprosentið í Kanada er orsøkin til, at landið aftur hevur fingið meslingar at dragast við.

 

Sum skilst, er tað ivasemi um koppseting móti heimsfarsóttini, sum hevur reikað um heimin, ið ger, at kanadiskir borgarar eru vorðnir meira ivasamir um koppseting.

 

Eisini móti meslingum, skilst.

 

Avleiðingin er, veit tíðindastovan NTB at siga, at Kanada aftur hevur drigist við meslingar, og tí hevur Kanada nú mist sína støðu sum landið við ongum meslingum.