Pensjónsaldurin skal ikki hækka!

Í langa tíð hava vit bíðað eftir at vita, hvør lagnan hjá pensjónsaldrinum fór at verða. Uppskotið um at hækka pensjónsaldurin upp í 69 ár fall. Í evstu løtu valdi Javnaðarflokkurin at taka seg úr hesum málinum. Men óvissan er framvegis har. Hvat fer nú at henda við pensjónsaldrinum?

 

Vit skulu viðgera og broyta pensjónskipanina. Men lat tað vera greitt: pensjónsaldurin má ikki hækkast.

 

Vit kunnu ikki halda fram við at spæla við lívinum hjá vanligum arbeiðsfólki. Fólk, sum hava staðið upp tíðliga hvønn morgun, stríðst á arbeiðsplássinum og borið samfelagið á herðunum í áratíggju. Tey skulu ikki fáa málstrikuna flutta, júst tá tey nærkast endanum. Tað er ikki í lagi.

 

Pensjónin er ikki ein gáva frá landinum. Hon er uppiborin. Tað er arbeiðarin sjálvur, sum eigur at velja, um hann vil halda fram at arbeiða, ella um hann vil steðga, tá pensjónsaldurin er rokkin. Soleiðis eigur tað at vera. Vit mugu tryggja, at fólk eisini fáa nøkur góð ár, tá kroppur og sinn eru troytt eftir eitt langt arbeiðslív.

 

Tað er beinleiðis óvirðiligt, at vit alla tíðina skulu hótta við at flyta pensjónsaldurin longur og longur fram. Tað elvir til ótta og ótryggleika hjá teimum, sum longu hava stríðst eitt heilt lív.

 

Vit mugu eisini lurta eftir fakfeløgunum. Tað eru tey, sum hvønn dag stríðast fyri betri korum á arbeiðsmarknaðinum, og tað eru tey, sum kenna veruleikan hjá sínum limum best. Tí skulu vit geva fakfeløgunum betri møguleikar at arbeiða undir.

 

Tí eiga vit eisini at tryggja, at fakfelagsgjaldið kann dragast frá í skatti. Tað er bæði rímiligt og rættvíst. Tá styrkja vit fakfeløgini, og tá styrkja vit eisini arbeiðsfólkið.

 

Hetta snýr seg um virðing. Um rættvísi. Og um at siga greitt:

 

Vit skulu hava búskaparligt haldføri, men tað skal loysast uttan at tað rakar láglønt. Vanligt arbeiðsfólk skal ikki gjalda prísin. Pensjónsaldurin skal ikki hækkast.