Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, sigur, at dagurin í dag í krígnum móti Iran fer at verða hin harðasti.
- Hetta verður hin mest "intensi" dagurin við álopum, síðan kríggið byraði hin 28. februar.
Hann sigur, at tað verða fleiri jagaraflogfør, fleiri bumbuflogfør og flest álop á Iran í krígnum higartil.
Verjumálaráðharrin sigur, at seinastu 24 tímarnar hevur Iran skotið færri rakettir um áður í krígnum.
Sambært Pete Hegseth er málið at oyðileggja iranskar rakettir og verjuídnaðin og møguleikarnar hjá landinum at menna kjarnorkuvápn.
Amerikanski verjuleiðarin, David Caine, sigur, at álopini eisini eru vend móti iranskum skipum, sum leggja út minur.
Hetta veit www.tv2.no at siga í dag.










