Í Skopunar kommunu fylgja tey við einari forvitnisligari ferð hjá radioamatørinum og skopuninginum, Regini Nicolajsen og øðrum, sum eru á ferð á oynni, Bouvet nærindis Suðurpólinum, har teir skulu búleikast í tjaldi í tríggjar vikur.
- Nú hava vit frætt aftur frá Regini - eitt sindur um ferðina og teir fyrstu dagarnar á oynni. Veðrið á leiðini hevur verið sera vánaligt. Fyrst vóru teir bara sjey mans, sum komu á oynna. Teir hava fingið farmin, men av viðføri hava teir bara fingið tað mest neyðuga.
Á heimasíðuni hjá Skopunar kommunu - www.skopun.fo - verður sagt soleiðis:
- Tað var ikki bara sum at siga tað at fáa tjøld upp, tí veðrið var sera ringt, nógvur vindur og vátaslettingur. Allir mans vóru á kroppi, kaldir og svangir. Tá tjaldið varð fingið upp við stríð og strev, fingu mennirnir eina heilta máltíð og fóru síðan í sekkin.
Avgjørt varð at seta fleiri tjøld upp í dagsljósi dagin eftir.
- Morgunin eftir vóru teir akkurát líka kaldir og vátir, men farið varð upp at seta fleiri tjøld upp, og tað eydnaðist at fáa eitt tjald upp aftrat.
Og í frásøgnini verður lagt aftrat:
- Síðan mátti bíðast eftir betri veðri, og at tyrlan kom við meira fólki. Nú vóru teir 10 mans. Hetta gjørdi tað lættari at fáa sett tjøldini upp. Teir fingu trý stór og tvey minni tjøld upp. Seinni komu so fýra mans afturat, so nú var hópurin komin upp á 14.
##med2##
Lagt verður aftrat, at dagin eftir var aftur nógvur vindur, og avgjørt varð, at tað komu ikki fleiri fólk á oynna, fyrr enn øll 21 kundu herbergast.
- So, ikki kann sigast annað enn, at teir fyrstu dagarnir á Bouvet hava verið minni hugnaligir, har menn hava sitið rennvátir, kaldir og veðurfastir.
At enda verður sagt, at Skopunar kommuna fylgir Regini Nicolajsen og ferðalagnum og fer at koma við fleiri frásagnum leypandi.
##med3##











