SAS fær milliónabót í coronamáli

Í dag fekk flogfelagið SAS eina millión krónur í býarrættinum í Keypmannahavn í einum máli um avlýsingar undir fyrstu corona-stongslinum.

Undir fyrsta korona-stongslinum vórðu fleiri flogferðir avlýstar. Í dag fekk SAS bót í einum máli um villleiðandi upplýsingar í sambandi við avlýsingar á vári 2020. (Arkivmynd). - Mynd: 50090 Johan Nilsson/Tt/Ritzau Scanpix

Málið snýr seg um eins teldupostar, sum SAS sendi til 18.201 kundar á vári 2020.

Brúkaraumboðið legði sak og kravdi bót frá SAS fyri villleiðandi samskifti.

Í teldupostinum vórðu kundar kunnaðir um møguleikar í sambandi við eina komandi fráferð. Fleiri vóru av teirri fatan, at flogfar teirra varð avlýst og kravdu endurgjald.

Tey fingu eisini endurgoldið, men bert ein brotpartur av ferðaprísinum. Sambært SAS vóru túrarnir ikki avlýstir.

So tey høvdu bara rætt til endurgjald av skatti og avgjøldum.

/Ritzau/