at ganga einar 24 tímar til hetta er greitt, so vit mugu bara bíða eftir tí svarinum. - Onkur hevur nevnt, at tað er sama rørslan sum legði bumburnar í London. Men tað er ikki váttað enn, segði Tommy Petersen [...] nátt. Eisini tey, sum búgva í býarpartinum, har Tommy Petersen býr. Nakrar fáar hundrað metrar kanska ikki meiri enn 300 metrar - frá heimi hansara býr ein ísraelskur sendimaður. Tá slík álop verða framd, [...] hesum ísraelittinum, eins og meiri løgregla er at síggja í gøtunum nú í morgun. - Men tað var kortini ikki talan um nakran dramatikk, sigur Tommy Petersen. Hóast langt av landi skotin, so fylgir hann kortini
drongurin ikki hevði grátið so hart, um hann var komin álvarsliga til skaða, lætnaði hjá okkum. Hendrik, Hjørdis og sonurin fóru øll í sama sjúkrabil og vórðu innløgd á Landssjúkrahúsið til kanningar til dagin [...] er ættaður úr Streymnesi, og sunnudagin vóru tey trý í bili á veg norður til Streymnesar at vitja. Men so langt náddu tey ikki. Í staðin gjørdust tey trý ein partur av útvarpstíðindunum og tíðindunum á [...] dagin. Hann er sannførdur um, at sótu tey trý ikki í trygdarseðlum, tá ið hann fór skeivur á breytini og endaði í tunnilsvegginum øvutu megin, hevði ikki verið væl vorðið hjá ungu familjuni. Øgiligur brestur
dylur borgarstjórin ikki fyri. Leggja størri dent á ferðavinnuna nú - Tað er umráðandi, at vit nýta eitt slíkt høvi, har ein rúgva av bæði føroyskum og útlendskum fjølmiðlafólkum vitja, til at vísa Sands bygd
næmingar verða tiknir inn til lærarar og at man í veruleikar útbúgvir lærarar til arbeiðsloysi. Tann boðskapin hevur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, tikið til sín og brúkar høvi at spyrja [...] r, ið bjóðaðar verða í Føroyum, hóska til tørvin á arbeiðsmarknaðinum. Í lesarabrævi í dag mælir hann tí til, at umskipa útbúgvingarnar á Setrinum. - Er tað ikki eitt gylt høvi at arbeiða fram ímóti at [...] umleið 400-500 fleiri útbúðnum námsfrøðingum á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Tað gongur ikki ein vika har tað ikki verður lýst eftir námsfrøðingum á portalunum, og tað skapar órógv á arbeiðsmarknaðinum
- Eg eri ikki bilsin av dóminum. Sjálvandi væntaðu vit, at vit fóru at verða fríkend, annars høvdu við ikki skotið dómin inn fyri hægri rætt. Eg havi ongantíð ivast í, at vit hava borið okkum rætt fram [...] tíðindaleiðari í Kringvarpinum, í stuttari viðmerking til in.fo, nú Eystari landsrættur hevur staðfest, at tíðindaflutningurin í samband við tollmálið ikki var ærumeiðandi mótvegis formanninum í Fólkaflokkinum [...] ein stóran sigur fyri fólkaræðið og fjølmiðlaheimin. - Fyrst og fremst má man hava í hugað, at hetta ikki er persónligt fyri okkum. Vit hava bara gjørt okkara arbeiði, ið er at framleiða kritiskan journalistikk
Ph.D. í samfelagsvísindum, til, tá hann skal lýsa áhugan hjá útlendskum stórveldum fyri Føroyar. Hann tekur til kenda orðafellið, tá in.fo spyr hann um eina viðmerking til vitjanina hjá Ray Mabus, amerikanski [...] amerikanski herflotaráðharrin, ið kemur til Føroyar seinni í vikuni. Jens Christian Svabo Justinussen metir nevniliga, at tað er stóri áhugin fyri Arktisk, ið hevur gjørt, at Føroyar aftur eru relevantar [...] nakrantíð, at ein amerikanskur ráðharri vitjar Føroyar. - Í kjalarvørrinum av kalda krígnum var tað ikki nakar serliga stórur áhugi í Arktiskt og Føroyum í fleiri ár, og sást tað best her, tá Sornfelli varð
Við skrivligu áheitanini til Mentamálaráðið frá løgtingsmanninum Jákupi Mikkelsen tykist politiskur vilji vera fyri samanlegging av størstu fjølmiðlastovnunum, hóast tað ikki er greitt, hvørja undirtøku [...] fíggjarliga motivið at leggja stovnarnar saman ikki er nóg mikið. - Við tað at umsitingin er so lítil bæði í ÚF og SVF, fáast fíggjarligar rationaliseringar ikki við eini samanlegging. Einasta rationella [...] gjørligt, vísir Mikkjal Helmsdal á, sum tó ikki metir góðskuna hækka við eini samanlegging. Persónliga ímóti Mikkjal Helmsdal vísir á henda hátt á, at sparingar ikki er nóg góð orsøk at fremja hesa stóru broyting
Nysted hevur boðað frá á Facebook síðu sínari, at hann ætlar sær at rógva einsamallur frá Grand Canaria til Antigua í Caribien – vónandi í 2020. Áður hevur hann mangan ró langar teinar við øðrum, men hesaferð [...] fólki í tríggjar, fýra mánaðir. - Eg komi at hava telefonsamband so eg kann ringja heim, men tú hevur ikki nakra samrøðu við nakran, sum situr frammanfyri tær. Tú ert einsamallur mitt úti á havinum. Tað verður [...] avbjóðing, men eg trívist væl í mínum egna selskapi, sigur Livar Nysted. Leiðin frá Grand Canaria til Antigua er merkt av orkanum í ávísum tíðarskeiðum av árinum og tí ræður um at velja rætta tíðspunktið
kappingini. Guðmundur venur í løtuni tunga venjing, so hann toppar í august og septembur. Hóast Guðmundur ikki hevur gjørt sær nakrar stórar vónir um eitt gott úrslit, so ætlar hann at bjóða hinum av. - Taktikurin [...] tryggu “zone’ini” og offra meg. Hetta er ein “success ella fiasko” taktikkur, sum Guðmundur tekur til. Málið fyri kappingina er at menna seg, vísir Guðmundur á. Eitt Ironmen 70.3, er eitt hálvt Ironman
spæla bóltin runt, men teir leggja meiri trýst á okkum sum hálvleikurin líður. Eg haldi tó ikki, at teir koma fram til tað heilt stóra. Tað er 0-0 í hálvleikinum, og tað sá gott út. Í seinna hálvleiki fáa vit [...] skrædl, sum eg ikki havi nakra forkláring upp á. Kropsliga fara vit totalt niður, og persónlig mistøk, ið vit sjáldan hava sæð áður. Hetta má vera størsta skrædlið, eg havi verið við til, og tá havi eg [...] 0-6-tapi í viðførinum leggur Víkinga-legan nú leiðina til Hvítarusslands - Vit mugu finna eina motivatión, og hvar hon skal koma frá, tað mugu Gudarnir vita. Til ta tíð, vit fara niður har, mugu vit hava nakað