- Størsta avbjóðingin er at vera einsamallur so leingi

- Tað ultimativa er at gera slíkt einsamallur. Nú havi eg roynt tað so ofta við øðrum, at nú vil eg royna meg einsamallur, sigur Livar Nysted.

Kendi rógvari Livar Nysted hevur boðað frá á Facebook síðu sínari, at hann ætlar sær at rógva einsamallur frá Grand Canaria til Antigua í Caribien – vónandi í 2020. Áður hevur hann mangan ró langar teinar við øðrum, men hesaferð ætlar hann sær at gera tað einsamallur.



- At gera tað einsamallur er tað ultimativa. Sjálvandi fái eg hjálp frá nógvum í fyrireikingunum, men tá eg siti við árunum so er tað bara eg, og eg má taka allar avgerðirnar sjálvur, sigur Livar Nysted í morgun.

 

 

Les eisini: Livar skal rógva einsamallur í fýra mánaðir

 

 

Og tann størsta einstaka avbjóðingin er uttan iva, at Livar skal vera isoleraður frá øðrum fólki í tríggjar, fýra mánaðir.



- Eg komi at hava telefonsamband so eg kann ringja heim, men tú hevur ikki nakra samrøðu við nakran, sum situr frammanfyri tær. Tú ert einsamallur mitt úti á havinum. Tað verður ein avbjóðing, men eg trívist væl í mínum egna selskapi, sigur Livar Nysted.



Leiðin frá Grand Canaria til Antigua er merkt av orkanum í ávísum tíðarskeiðum av árinum og tí ræður um at velja rætta tíðspunktið at leggja frá landi.



- Um eg klári at vera liðugur við alt fyrireikingararbeiðið áðrenn januar í 2020, so fari eg tá. Man er noyddur at leggja túrin eftir orkansesongini, so tað skal vera í januar ella har á leið, sigur Livar Nysted, sum nú fer undir fyrireikingararbeiðið – tað verði seg bæði kropsliga, fíggjarliga og tá umræður neyðuga útgerð.