- Stórveldini byrja at fáa áhuga fyri Føroyum aftur

- Tá tað regnar á prestin, dryppar tað á deknin.


Soleiðis tekur Jens Christian Svabo Justinussen, Ph.D. í samfelagsvísindum, til, tá hann skal lýsa áhugan hjá útlendskum stórveldum fyri Føroyar.


Hann tekur til kenda orðafellið, tá in.fo spyr hann um eina viðmerking til vitjanina hjá Ray Mabus, amerikanski herflotaráðharrin, ið kemur til Føroyar seinni í vikuni.


Jens Christian Svabo Justinussen metir nevniliga, at tað er stóri áhugin fyri Arktisk, ið hevur gjørt, at Føroyar aftur eru relevantar hjá útlendskum stórveldum.


- Økti áhugin fyri Føroyum skal síggjast í broytingunum í Arktisk, har ísurin bráðnar og økið verður meira atkomiligt. Fleiri stórveldir fylgja gongdini við stórum áhuga, og tað ger Føroyar meira áhugaverdar.


Tað eru nógv ár síðani, at Nato stongdi radarstøðina á Sornfelli, og í nógv ár var lítil og eingin áhugi millum tey útlendsku stórveldini fyri Føroyum. Seinastu árini hava tó alsamt fleiri ráðharrar og sendinevndir vitjað Føroyar, og seinni í vikuni verður nokk fyrstu ferð nakrantíð, at ein amerikanskur ráðharri vitjar Føroyar.


- Í kjalarvørrinum av kalda krígnum var tað ikki nakar serliga stórur áhugi í Arktiskt og Føroyum í fleiri ár, og sást tað best her, tá Sornfelli varð niðurlagt. Men í byrjanini av 21. øld hómaðist ein broyting, og so líðandi er áhugin fyri Føroyum vaksin aftur á fleiri økjum, sigur Jens Christian Svabo Justinussen.


At tann økti áhugin eisini sæst aftur hernaðarliga, er Jens Christian Svabo Justinussen ikki í iva um.


- Vit skulu bara eitt ár aftur, tá ein bretsk fregratt var í Føroyum. Tað er fyrstu ferð síðani kalda kríggið, at eitt bretskt hernaðarskip vitja Føroyar. Tað er eitt signal um, at viðurskiftini eru í fer við broytast. Stórveldini byrja at fáa áhuga fyri Arktisk og Føroyum aftur.