Tað eru ikki øll sum hava onkran á jólum

- Ókeypis tiltak við jóladøgurða, sangi, søgum og spølum verður í Vági mánakvøldið 22. desember

 

- Jólahøgtíðin er fyri nógv ein góð og hugnalig tíð, har samvera og hugni fylla nógv. Men hjá summum kann jolahøgtíðin eisini følast, sum ein er einsamallur – ein kann hava mist ein kæran, familjan býr langt burturi - ella aðrar orsøkir gera, at ein situr einsamallur.

 

Soleiðis siga tey í Vágs kommunu, og her verður lagt aftrat:

 

- Nú hava sjálvboðin við stuðli frá kommununi tikið stig til at bjóða teimum, sum annars høvdu sitið einsamøll, til eina hugnaliga jólaløtu. Jólaløtan verður mánakvøldið hin 22. desember frá 18– 21 í Meinigheitshúsinum.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at her verður jóladøgurði, sangur, søgur og spøl – alt sett saman fyri at skapa eina hugnaliga løtu. Løtan er ókeypis, men tilmelding krevst, so vit vita, at matur er til øll, og tilmelding fer fram um heimasíðuna hjá kommununi.

 

Lagt verður aftrat, at tey sjálvbodnu bjóða øllum, sum sita einsamøll á jólum, hjartaliga vælkomin.

 

- Heitt verður eisini á øll, ið kenna onkran, sum kanska hevði viljað verið við til eina slíka løtu, um at kunna tey og – um tørvur er – hjálpa teimum at tilmelda seg.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at tað er Finn Johannessen, sum er kontaktpersónur í samband við ókeypis tiltakið í Meinigheitshúsinum í Vági.