Mamma, ert tú komin

"Mamma, ert tú komin" er heiti á nýggju skaldsøguni, sum Ragnar Danielsen júst hevur latið úr hondum

- Ragnar Danielsen er snillingur við orðum og væl liggur fyri at skriva. Tí er einki at ivast í, at eisini hendan bókin verður verd at lesa.

 

Soleiðis siga tey í Sjóvar kommunu í dag, og her verður lagt aftrat, at helst fer nýggja bókin at liggja undir onkrum jólatræi í ár.

 

- Fyrra bókin, sum Ragnar gav út í 2019, kallaðist "Nú fækkast tey á gomlu Stranda gøtu".

 

Sambært heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu sigur høvundurin, at hann hevur brúkt sama stíl í hesi bókini, sum í hinari fyrru.

 

- Høvuðspersónurin í "Mamma, ert tú komin" er fiktivur, men allir eldri strandingar kenna kulissurnar, sigur Ragnar Danielsen við heimasíðuna.

 

Bókin fæst í bókabúðunum kring landið og í Stranda Centrum.