Danska ráðfrúan í talgildingarmálum vil nú hava meira politiska regulering av mekanismum, sum fasthalda fólki á sosialum miðlum.
Ein nýggj frágreiðing, sum stovnurin Analyse & Tal hevur gjørt fyri danska talgildingarmálaráðið, gevur eitt heilt serligt innlit í nakað, sum annars vanliga er eitt handilsloyndarmál. Tað er innlit í, hvussu tøknirisarnir fasthalda børn og ung á pallum sínum, og hvat teir fíggjarliga fáa burtur úr tí.
Tað upplýsir danska dagblaðið Information.
Í frágreiðingini hava 219 fólk sjálvboðið latið sínar dátur, harímillum leinkjur til alt innihaldið, sum tey hava sæð á TikTok, YouTube og lutvíst á Instagram.
Hetta er gjørt møguligt við GDPR-lóggávuni, sum gevur brúkarunum rætt til at fáa dáturnar, sum sosialu miðlarnir hava framleitt um teir. Miðalaldurin hjá gevarunum er 20 ár, og kanningin er ikki umboðandi.
Ungu luttakararnir í kanningini eru virknir í miðal 90 minuttir um dagin á TikTok, vísir frágreiðingin, býttir yvir 20 ymisk tíðarskeið. Fyri YouTube er tað 70 minuttir um dagin í trimum tíðarskeiðum. Men stór frábrigdi eru í nýtsluni.
Í frágreiðingini verður kunnað um ein av luttakarunum, í kanningini nevnd Laura, sum er 15 ára gomul.
Ein vanligan dag brúkar hon tríggjar tímar á TikTok og hyggur eftir 1.012 videobrotum.
Yvirhøvur brúka tey tíggju prosent mest virknu brúkararnir tveir tímar og 40 minuttir um dagin á TikTok, og tey hyggja eftir yvir 800 video í miðal.
Sambært nýggju kanningini eru tað serliga tey stuttu videobrotini, eisini nevnd »shorts«, sum eru við til at fasthalda tey ungu. Og tað er gevur tøknirisunum góðar pengar.
Kanningin vísir, at 18 prosent av samlaða talinum av video í TikTok-dátusettinum eru lýsingar. Og tað merkir, at TikTok tjenar millum 482 og 1.020 krónur um árið frá hvørjum av dátugevarunum. TikTok hevur næstan tvær milliardir brúkarar um allan heimin.
Danska ráðfrúan í talgildingarmálum, Caroline Stage, sigur, at fleiri av niðurstøðunum í nýggju kanningini eru ørkymlandi.
– At stjala tíðina frá børnum og ungum – og vaksnum – er gjørt til eitt forrætningsmodell. Og á ein ógjøgnumskygdan, men lukrativan hátt.
Fasthalding á netinum kann gerast bundinskapur, og so missa vit fokus á sambond við hvønn annan, at vera saman í veruliga heiminum, sigur hon við Information.
Í komandi arbeiðinum hjá ES á økinum fer Danmark sambært Caroline Stage at trýsta “hart” á fyri at tryggja meira regulering av mekanismunum, sum fasthalda teimum ungu á netinum.
Hon nevnir til dømis møguleikan fyri óendaligari skrolling sum dømi um eitt øki, har politikarar eiga at blanda seg uppí.
– Um ES setir nakrar karmar, so vænti eg, at tøknifyritøkur fara at liva upp til teir. Annars verða bótir ella, í yvirmáta, forboð móti at virka á evropeiskari jørð. Eg upplivi ein breiðari politiskan vilja at fara víðari við hesum, sigur Caroline Stage við Information.
Tað hevur ikki eydnast teimum at fáa viðmerking frá Tiktok.
Í skrivligum svari til Information leggur Kristian Riber, sum er politiskur leiðari á YouTube í Danmark, dent á, at serliga at verja ungar brúkarar er "týdningarmesta raðfestingin" hjá YouTube.
– Og vit viðurkenna, at ov nógv skíggjatíð er ein trupulleiki hjá bæði ungum og teirra familjum.
Hann er tó ikki samdur í, at frágreiðingin er "heldur generaliserandi", heldur Kristian Riber fram, sum millum annað heldur, at hon sær burtur frá amboðum til verju og betri trivnað, sum YouTube hevur innført "fyri langari tíð síðani."
– Til dømis er autoplay sløkt fyri ungar brúkarar, skermtíðaravmarkingar, áminningar um at fara í song og eyka vernd fyri tannáringar kring kropshugsjónir, sigur hann við Information.
Kelda: Information










