Tað skrivar Kringvarp Føroya.
Ein 36 ára gamal pólskur maður varð 25. mars í ár dømdur í trygdarvarðhald og útvístur úr Føroyum med alla fyri álopsmálið. Hann varð eisini dømdur at rinda meira enn 200.000 krónur í endurgjaldi fyri tort og mista arbeiðsinntøku.
Maðurin hevur noktað seg sekan, og tí varð dómurin skotin inn fyri landsrættin.
Nevningatingið í Føroya rætti vardi í eina viku, og nevningarnir vóru samdir um at døma mannin.
Sambært Kringvarpinum hevur Eystari landsrættur sett tríggjar dagar av til viðgerðina av málinum.
Maðurin situr framvegis varðhaldsfongslaður í Danmark, meðan bíðað verður eftir landsrættarmálinum.











