Í oddagreini í nýggjasta Skúlablaðnum leggur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, fram eitt uppáhald um, at ov nógvir næmingar verða tiknir inn til lærarar og at man í veruleikar útbúgvir lærarar til arbeiðsloysi.
Tann boðskapin hevur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, tikið til sín og brúkar høvi at spyrja, um útbúgvingarnar, ið bjóðaðar verða í Føroyum, hóska til tørvin á arbeiðsmarknaðinum. Í lesarabrævi í dag mælir hann tí til, at umskipa útbúgvingarnar á Setrinum.
- Er tað ikki eitt gylt høvi at arbeiða fram ímóti at leggja útbúgvingarnar hjá Fróðskaparsetrinum um, so vit ístaðin til dømis fáa fleiri námsfrøðingar, spyr Jógvan Philbrow.
Formaðurin í Pedagogfelagnum vísir í lesarabrævinum á, at meðan arbeiðsloysi er millum lærarar, so er tað stórur eftirspurningur eftir námsfrøðingum á arbeiðsmarknaðinum.
- Leystliga mett er tørvur á umleið 400-500 fleiri útbúðnum námsfrøðingum á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Tað gongur ikki ein vika har tað ikki verður lýst eftir námsfrøðingum á portalunum, og tað skapar órógv á arbeiðsmarknaðinum tá so nógv tøk størv eru innan sama fakøki, skrivar Jógvan Philbrow og leggur seinni í lesarabrævinum aftrat.
- Meðan tað er torført hjá nýggjum lærarum at fáa starv, so er støðan ein heilt onnur hjá námsfrøðingum. Á vøggustovum, í barnagørðum ella í sosialpedagogiskum arbeiði innan almannaverki og fólkaskúlan er stórt trot á námsfrøðingum.
Til ber at lesa alt lesarabrævið við at trýsta á her.