Trump: USA má hava Grønland áðrenn Russland og Kina

Um USA ikki fær Grønland, so fara Russland og Kina at hertaka landið

Mynd: Alex Wong/AFP/Ritzau Scanpix

Tað sigur Donald Trump, forseti í USA í kvøld.

Hann hevur enn einaferð lagt dent á, at USA skal eiga Grønland.

Tað sigur hann við tíðindafólk í Hvítu Húsunum, sambært Reuters.

Hesaferð sigur hann, at tað er fyri at forða fyri, at Russland og Kina hertaka landið í framtíðini.

 

 

Mynd: Alex Wong/AFP/Ritzau Scanpix