- Í fyrra hálvleiki haldi eg, at vit royna at spæla bóltin runt, men teir leggja meiri trýst á okkum sum hálvleikurin líður. Eg haldi tó ikki, at teir koma fram til tað heilt stóra. Tað er 0-0 í hálvleikinum, og tað sá gott út. Í seinna hálvleiki fáa vit nakrar trupulleikar. Erling Jacobsen fær trupulleikar við baklærinum og tað noyðir meg at skifta hann út, og so mugu vit gera nakrar flytingar. Vit fáa eitt skrædl, sum eg ikki havi nakra forkláring upp á. Kropsliga fara vit totalt niður, og persónlig mistøk, ið vit sjáldan hava sæð áður. Hetta má vera størsta skrædlið, eg havi verið við til, og tá havi eg roynt eitt sindur sum venjari. Hetta var skelkandi at síggja okkum fara so langt niður, sum vit fóru í dag, segði Jógvan Martin.
Við einum 0-6-tapi í viðførinum leggur Víkinga-legan nú leiðina til Hvítarusslands
- Vit mugu finna eina motivatión, og hvar hon skal koma frá, tað mugu Gudarnir vita. Til ta tíð, vit fara niður har, mugu vit hava nakað at fara eftir, og tað er mín uppgáva at finna tað fram onkustaðni, segði Jógvan Martin Olsen at enda.
albinus@sosialurin.fo