Myndin er tilvildarlig

Veður og streymur verða brúkilig í næstu viku

Flestu línuskip eru undir Føroyum, og skipini hava brúkiligan fiskiskap

Myndin er tilvildarlig

Í løtuni fiska seks frystilínuskip í føroyskum sjógvi, og tvey eru í íslendskum sjógvi.

 

- Ísfiskalínuskipið fer væntandi út um vikuskiftið, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

Línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, og tey hava brúkiligan fiskiskap.

 

- Væntandi er, at okkurt frystilínuskip aftrat fer út í næstum, verður lagt aftrat.

 

Um útlitini til útróður verðu sagt, at bæði streymur og veður verða brúkilig í næstu viku.

 

- So, vit vænta nakað av útróðri, og bátarnir hava brúkiligan fiskiskap, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

 

 

 

Myndin er tilvildarlig