Helgi Midjord í Smiðjuni í Lítluvík

Maðurin, sum er úr Fuglafirði, hevur verið virkin listamaður burturav í nógv ár, og nú er so aftur høvi at síggja verkini hjá honum

 

Listamaðurin, Helgi Midjord, sum er úr Fuglafirði, hevur verið listamaður burturav í nógv ár.

 

Umframt at hava latið úr hondum nógvar oljumálningar, er hann eisini kendur fyri framúrskarandi høggmyndirnar, sum hanga í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

- Eisini hevur hann gjørt standmyndina, sum stendur úti í Hoyvíkstjørn í Havn.

 

Leggjast kann aftrat, at Helgi Midjord eisini hevur gjørt bonkin, ið er gjørdur úr gróti og jarnketum við fuglum, sum stendur í viðarlundini í Fuglafirði.

 

- Hesin bleiv gjørdur í sambandi við seinastu drotningavitjanina. 

 

Helgi er eisini kendur úr tónleikleikalívinum sum gittarspælari og sangari, og í 2012 gav hann út fløguna við heitinum ”Um gáttina”.

 

- Hansara sermerktu málningar eru eitt nú við motivum úr hugaheimsins fjalda dýpi ella sálarligum speglingum, og eisini eru motivir úr náttúruni runt um í Føroyum.

 

Seinastu ferð, at Helgi Midjord hevði framsýning, var í 2011. Nú fáa føroyingar so aftur høvi at síggja listaverkini hjá honum.

 

Í tíðindaskrivi verður sagt, at framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er opin í døgunum, 21.-25. november frá klokkan 13.-18.