Í kvøld var føroyingauppgerð í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan.
Í Hällevik tók liðið hjá Áka D. Samuelsen og Martini Agnarssyni, Mjällby móti liðnum hjá Mathiasi Hellisdal, Västerås SK.
Dysturin endaði við javnleiki 0-0. Áki spældi allan dystin, og í 66. minutti fekk Martin debut fyri Mjällby. Átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, tá Mathias kom á vøllin fyri útiliðið.
Mjällby hevði bóltin væl meira, og teir høvdu fleiri málroyndir enn útiliðið, men teir máttu taka til takkar við málleysum javnleiki. Áki hevði nakrar góðar royndir móti málinum hjá Västerås.
Västerås er nummar sjey í deildini við 19 stigum. Mjällby hevur 17 stig á tíggjunda plássinum. Sirius er langt fremst við 32 stigum.
Týsdagin klokkan 17 skal Mjällby í eldin í Champions League undankappingini á fyrsta sinni. Tá taka teir á heimavølli móti meistarunum úr Gibraltar, Lincoln Red Imps.
Mjällby hevur eina greiða favorittstøðu, men Lincoln Red Imps hevur drúgvar royndir í Evropa.










