- Styrkt vaktarhald í Kairo

- Hóast nógvir kilometrar eru millum Sharm el-Sheik og Kairo, so er býarlívið her eisini merkt av bumbunum í nátt, sigur føroyingurin, Tommy Petersen, sum býr egyptiska høvuðsstaðnum. Leygarmorgunin var allur býurin merktur av hendingini.

- Enn veit eingin, hvør skipaði fyri atsóknini í Sharm el-Sheik. Tað plaga at ganga einar 24 tímar til hetta er greitt, so vit mugu bara bíða eftir tí svarinum.
- Onkur hevur nevnt, at tað er sama rørslan sum legði bumburnar í London. Men tað er ikki váttað enn, segði Tommy Petersen við Sosialin fyrrapartin leygardagin, tá vit høvdu hann í telefonini í heimi sínum í egyptiska høvuðsstaðnum.
Hann var sjálvur í Sharm el-Sheik á nýggjárinum og ferðaðist har. Hann búði tá á einum hotelli, sum liggur nærhendis við staðið har ein av bumbunum brast í nátt. Og hann vitjaði eisini í basarinum, har ein onnur bumba gjørdi stóran skaða.

Vegforðingar
Í Kairo eru fólk sum vera man somuleiðis merkt av hendingini í nátt. Eisini tey, sum búgva í býarpartinum, har Tommy Petersen býr.
Nakrar fáar hundrað metrar  kanska ikki meiri enn 300 metrar - frá heimi hansara býr ein ísraelskur sendimaður. Tá slík álop verða framd, verða beinanvegin tiltøk sett í verk í økinum.
Leygarmorgunin  bert fáar tímar eftir ógvusligu spreinginrarnar  var nakað av løgreglu í gøtunum, eisini í grannalagi hansara. Har vórðu tí fleiri vegforðingar settar upp uttanfyri húsini hjá hesum ísraelittinum, eins og meiri løgregla er at síggja í gøtunum nú í morgun.
- Men tað var kortini ikki talan um nakran dramatikk, sigur Tommy Petersen.
Hóast langt av landi skotin, so fylgir hann kortini væl við í tí sum hendir í Føroyum og Danmark. Vanliga fer hann inn á Alnetið fyrst á morgni fyri at lesa netútgávurnar hjá donsku bløðunum.
Leygarmorgunin sá hann kortini fyrstu tíðindini um bumburnar í Sharm el-Sheik á heimasíðuni hjá eini amerikanskari sjónvarpsstøð.
Síðani hevur hann fylgt væl við á teimum donskum heimasíðunum.