- Størsta avbjóðingin nakrantíð

Tað sigur Guðmundur Joensen, sum í dag skal kappast í Ironman 70.3 í Luksemburg

Í dag skal Guðmundur Joensen taka lut í altjóða Ironman 70.3 kapping í Luksemburg. Startlistin telur nakrar av heimsins bestu á økinum, men Guðmundur ætlar sær at bjóða teimum av alíkavæl.

 

- Talan verður helst um størstu avbjóðingina hjá mær, tí feltið er stórt og átta av veruliga toppinum í Ironman 70.3 eru við, skrivar Guðmundur Joensen á Facebook undan kappingini.

 

Guðmundur venur í løtuni tunga venjing, so hann toppar í august og septembur. Hóast Guðmundur ikki hevur gjørt sær nakrar stórar vónir um eitt gott úrslit, so ætlar hann at bjóða hinum av.

 

- Taktikurin er greiður. Eg skal royna formin og veruliga arbeiða hart frá byrjan - einki tvætl! Hetta merkir, at eg skal úr stóru og tryggu “zone’ini” og offra meg. Hetta er ein “success ella fiasko” taktikkur, sum Guðmundur tekur til.

 

Málið fyri kappingina er at menna seg, vísir Guðmundur á. Eitt Ironmen 70.3, er eitt hálvt Ironman. Samanlagt skal Guðmundur svimja, súkkla og renna 70,3 kilometrar.