- Stórur sigur fyri fjølmiðlaheimin og fólkaræðið

Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, ivaðist aldrin í, at tey fóru at verða fríkend.

- Eg eri ikki bilsin av dóminum. Sjálvandi væntaðu vit, at vit fóru at verða fríkend, annars høvdu við ikki skotið dómin inn fyri hægri rætt. Eg havi ongantíð ivast í, at vit hava borið okkum rætt fram.


Tað sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, í stuttari viðmerking til in.fo, nú Eystari landsrættur hevur staðfest, at tíðindaflutningurin í samband við tollmálið ikki var ærumeiðandi mótvegis formanninum í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen.


Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum sigur, at talan er um ein stóran sigur fyri fólkaræðið og fjølmiðlaheimin.


- Fyrst og fremst má man hava í hugað, at hetta ikki er persónligt fyri okkum. Vit hava bara gjørt okkara arbeiði, ið er at framleiða kritiskan journalistikk. Hetta hevur aldrin verið persónligt. Men dómurin er ein ómetaligur stórur sigur fyri fjølmiðlaheimin og fólkaræðið. Tað er sjálvandi ein persónligur lætti, men eg fegnist vegna fjølmiðlaheimin, Kringvarpið og fólkaræðið.


Spurd um, um tað var nakað serligt, ið hon heftir seg við í dóminum, er tíðindaleiðarin skjót at svara.


- Eg hefti meg við, at vit eru fullkomiliga fríkend. Tað er vorði staðfest, at vit hava gjørt eitt gott arbeiði, ið vit sjálvandi ynskja at halda fram við.